Korona: Vit mugu altíð hava nøkur fólk á bonkinum

Ansa vit ikki sera væl eftir, kunnu skipini hjá Strandferðsluni verða løgd, áðrenn vit vita av, sigur stjórin

 

 

 

– Strandferðslan er ein stovnur í samfelagnum, sum tað er bráðneyðugur tørvur á. Tí verður tað neyðugt at bera so í bandi, at manningin ikki legst við korona í so at skipini verða løgd.

Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni.

Tað er lætt hjá fólki at skilja, at starvsfólk á sjúkrahúsunum mugu verjast av øllum alvi fyri smittu, tí tey hava ein so týðandi leiklut í samfelagnum.

– Strandferðslan er í somu støðu, men tað hava fólk kanska ikki so lætt við at skilja, leggur hann afturat.

Hann sigur, at tískil er alt virksemið á Strandferðsluni lagt eftir, at vit kunnu hava skipini í sigling.

– Skipini sigla við minsta manningartalið, sum loyvt er, og ansa vit ikki serliga væl eftir og forða fyri, at manningin verður rakt av sjúku, kunnu skipini verða løgd, áðrenn vit vita av, sigur stjórin.

Hann sigur, at tískil er siglingin løgd soleiðis til rættis, at tey altíð hava fólk í landið, sum kunnu takast umborð, verður nakar raktur av sjúku.

Hann sigur, at heldur ikki á Strandferðsluni eru tey sloppin undan smittuni, men tey hava havt fólk at seta umborð ístaðin.

– Vit mugu altíð hava fólk á beinkinum, so at vit tola, at nøkur verða sjúk, uttan at skipini verða løgd, sigur Hilmar Eliasen.

Tí eru ferðaætlanir broyttar og umskipaðar, soleiðis at skipini ikki eru so leingi í drift um dagin, og tað merkir, at tey klára seg við einari manning.

Samstundis verður lagt soleiðis til rættis, at manningin hevur so lítið samband sum gjørligt við ferðafólk. Og tað merkir, at alt er lukkað umborð, og sostatt verður matur ikki seldur umborð.