Kortanei til rullandi fiskiloyvi

Nú skal tilfeingisgjald leggjast á alla fiskivinnu og alivinnu í Føroyum

- Sambandsflokkurin fer ikki at góðtaka, at fiskiloyvini verða rullandi og at vinnulívsfólk fara at fáa óavmarkaða ognar- og ræðisrætt til fiskiríkidømi.

 

Tað gjørdi Kaj Leo Holm Johannesen, formaður Sambandsfloksins, og løgmaður, greitt á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í morgun.

 

Samgongan hevur boðað frá eini fiskivinnunýskipan, men enn er einki komið burtur úr.

Ein ivaspurningur er, hvussu leingi fiskiloyvi skulu verða galdandi.

 

Í hesum sambandi hevur verið nevnt, at fiskiloyvini skulu verða rullandi, tað vil siga, at tey verða longd so hvørt.

 

Kaj Leo Holm Johannesen ger greitt, at fiskivinnan skal skipast, soleiðis, at hon byggir á grund­regl­una um at reka fiskivinnuna eftir marknaðartreytum, uttan rakstrarstuðul, og við støði í altjóða góð­kend­um reglum um burðadyggan fiskiskap.

 

- Allur fiskur eigur so vítt gjørligt at landast um føroyskan keikant fyri at skapa lønandi arbeiðspláss í vinnuni, sigur formaður Sambandsfloksins.

 

Men hann ger samstundis greitt, at tað er ein farin tíð, at tað er ókeypis at brúka av havsins og fólksins tilfeingi.

 

Tilfeingisgjøld eru løgd á lagt uppsjóvarinnuna, sum nú bæði rindar veiði- og avreiðingargjøld av makrel og sild.

 

- Hetta var óhugs­andi fyri stuttari tíð síðan, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Hann sigur, at í ár er málið, at leggja til­feingis­­gjald á øll brúksrættindi, innan fiski- og alivinnuna.

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at seinastu árini hevur tilfeingisgjaldið á uppsjóvarfiskinum hevur givið landskassanum einar 300 milliónir krónur í inntøk­um.

 

Harafturat fer alivinnan at geva landskassanum einar 40 milliónir krónur í tilfeingisgjaldi í ár.

 

Formaðurin í Sambandsflokkinum staðfestir, at fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks.

- Men ein brúksrættur kann verða latin fyri eitt ávíst tíðarskeið, soleiðis at vinnan hevur tryggar karmar til at gera íløgur og reka skip í eitt áramál inn í framtíðina.

 

- Men Sambandsflokkurin fer ikki at góðtaka, at latin verða rullandi loyvi og óavmarkaður ognar- og ræðisrættur til vinnuna.

 

- Sambandsflokkurin fer heldur ikki at góðtaka, at bankarnir fáa veð í veiðuloyvum, leggur hann afturat.

 

- Hetta svarar til vit av­hend­a ognar- og ræðisrættindini til bankarnar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.