Kortið skal virka betri á netinum

Topografiska kortið, sum er tøkt á kortal.fo, er nú dagført við bygningum og vegum. Haraftrat eru nú eisini hagagøtur, varðar, hamrar og gjáir við á kortinum. Somuleiðis hevur kortið nú fingið nýtt snið.

 

 

Tað skrivar Umhvørvisstovan í tíðindaskrivi í dag.

 

Tvar í 2019, at Føroyar yvirtóku kortleggingina á landi. Nýggjasta kortið tá var fjórða útgávan (Útgáva 4.0) av topografiska kortinum, sum var framleidd av SDFE (Styrelsen for Dataforsyning og Effektivisering) í Danmark úr fylgisveinamyndum frá 2015. Kortið var einans talgilt og ikki prentað í lutfallinum 1:20.000, sum áður hevur verið vanligt við eldri útgávunum.

 

Seinastu mánaðirnar hevur Umhvørvisstovan arbeitt við at betra um og dagføra kortið, sum nú er útkomið í útgávu 4.8.

 

Fyri at gera tað lættari at síggja ymisku upplýsingarnar á kortinum, so sum staðarnøvn og lendissløg, er sniðið eisini broytt. Teknlýsing sæst á Føroyakort:

www.foroyakort.fo/um-foroyakort/teknlysingar/

Ætlanin við nýggja sniðinum er eisini at fáa kortið at virka meira dynamiskt á netinum, so kortið kann vísast í ymsum støddum.

 

Her eru nøkur dømi um broytingar, sum higartil eru gjørdar:

 

  • Varðar og hagagøtur eru nú við á kortinum
  • Hamrar og gjáir eru nú við á kortinum
  • Bygningar verða nú støðugt dagførdir úr bygningsskránni hjá Umhvørvisstovuni
  • Vegir verða nú støðugt dagførdir úr vegaskránni hjá Umhvørvisstovuni eins og nýggj flokking er gjørd
  • Vindmyllur og luftleiðingar verða nú heintaðar frá dagførdum keldum
  • Tyrlupallar eru dagførdir

 

Arbeitt verður framhaldandi við at betra og dagføra kortið.