Kortini kunnu fella burtur

Kappróður: Um bátur fær eitt gult kort í innleiðandi róðri, so skal tað ikki telja við í finaluróðrinum

Yvirhøvur hevur verið hildið, at skipanin við gulum og reyðum fløggum ella kortum hevur riggað væl í kappróðrinum. Á aðalfundinum leygardagin varð kortini ein lítil broyting gjørd í ásetingunum, sum kortini verða givin eftir.

Higartil hevur tað verið soleiðis, at tvey gul kort í sama róðri hava altíð havt kolldøming við sær, men nú er hetta broytt eitt sindur. Eftir uppskoti frá RSF samtykti aðalfundurin, at um ein bátur í innleiðandi róðri hevur fær eitt gult kort, so skal tað ikki telja við í finaluróðrinum. Hetta varð gjørt fyri at bátarnir, sum taka lut í innleiðandi róðrinum, ikki skulu sektast eyka, sammett við teir, sum ikki taka lut í innleiðandi umfarinum.


Betra um umstøðurnar

Málið við kortunum var einasta málið um broytingar í ásetingunum, sum var fyri á ársaðalfundinum.

Men formaðurin í RSF, Hannis Joensen, heldur ikki, at tað skal takast sum ábending um, at lítið veiggj er í kappróðrinum:

? Vit arbeiða alla tíðina við at betra umstøðurnar hjá kappróðrinum. Tey seinnu árini hevur nógv verið gjørt við fasta startin. Í fjør var tað bara á norðoyarstevnu, at tað vóru stórvegis trupulleikar. Ábyrgdarpersónarnir hav norðuri ynsktu, at spurningurin varð tikin upp beinanvegin. Tað varð hann, og tað varð avrátt, hvussu tað skuldi farast fram fyri at betra um fyritreytirnar komandi ár. Teir vildu fegnir gera hetta, og vit fylgja við í arbeiðnum og fara at taka spurningin upp saman við teimum, áðrenn farið verður undir n?ggju FM kappingina.jh