Kortspæl í Gøtu tá dómarin kom í fokus

Rættuligt rok varð í Gøtu sunnudagin, men tíverri stóðst hetta av vánaligum dómaraavrikum, heldur enn góðum leikaraavrikum

GÍ-B36 1-0 (0-0


Mongu havnarfólkini, sum sunnudagin nýttu góðveðrið til at fara ein túr í Sarpigerði, vóru alt annað enn fegin, tá dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð í dystinum millum GÍ og B36.


Dýr dómaramistøk

Ónøgdin var ikki bara orsakað av, at B36 noyddist stigaleyst aftur til Havnar. Heldur var tað mátin, sum B36 tapti dystin upp á, sum elvdi til ónøgdina.

Fyrst og fremst vóru tað nevnliga tvey dómaramistøk, sum vóru atvoldin til GÍ sigurin. Tá seinni hálvleikur var á leið hávlrunnin, hevði B36 havt bóltin í GÍ málinum, men onkursvegna helt linjuverjin, at talan var um rangstøðu.

Nakað seinni sendi Óli Hansen bóltin í B36 málið, og hetta málið varð góðkent, hóast so at siga allir áskoðararnir vóru samdir um, at talan tá var um rangstøðu.

Fyri at geva sína hugsan til kennar, fór liðskiparin hjá B36, Jens Kristian Hansen, til linjuverjan, men hann hevði vallað fingið talað, fyrr enn Petur Hansen gav honum næsta gula, og harvið reyða, kortið.

Ónøgdin hjá B36 leikarunum gjørdist sum vera man ikki minni um útvísingina, og sum úrslit av hesum, fekk eisini Mikkjal Thomassen tvey gul kort, soleiðis at B36 leikararnir nú máttu spæla við níggju monnum seinasta korterið.


Linligur dystur

Fram til hendingina við málinum og kolldømdum málinum, hevði sum so ikki verið tann stóri futturin í dystinum.

Í fyrra hálvleiki var tað GÍ, sum í nógv størstan mun stýrdi spælinum. Mál fingu teir tó ikki burtur úr, tó at Helgi L. Petersen var sera nær við, tá hann tveitti seg fram og stútaði á stongina.

Tað tóktiskt annars løgið, at B36 var somikið veik, tá skrábóltar vóru sendir úr síðunum. Fleiri ferðir var eisini um reppi, at talan varð um heilt vandamiklar støður, men tað eydnaðist so ongantíð gøtumonnunum at fáa nakran avgerandi møguleika.

Í hinum endanum vóru teir svørt/hvítu rárir gestir, men teir høvdu kortini ein risamøguleika, tá bólturin varð rullaður aftur til Ronnie Samuelsen, sum úr 11 metrum sendi langt upp um málið.


Gjæørdist javnari

Fyrsta 10-15 minuttirnar av seinna hálvleiki var gongdin framvegis hin sama, men so við og við kom B36 betri við i dystinum.

Á miðvøllinum fingu teir nú fatur á nógv fleiri bóltum, og tað var eisini meira bit í, tá teir nú royndu at vinna sær niðan eftir vøllinum.

Teir fingu eisini skapt sær nakrar vandamiklar støður í GÍ brotsteiginum, men hinvegin fekk GÍ nú eisini betri rásarúm í álopinum, og nú kom av álvara lív í dystin, sum annars hevði verið heldur tamur meginpartin av fyrsta tímanum.

Tað var eins og hvørgin parturin var nøgdur við ein javnleik, og tá hálvleikurin var á leið hálvrunnin, var líkt til, at Magni á Lakjuni hevði lagt gestirnar fram um.

Sum nevnt omanfyri, so varð málið tó kolldømt, men hvussu linjuverjin kom til ta niðurstøðu, at Magni var rangstaddur, tykist heilt ótrúligt.

Tá so GI fekk mál lítla løtu seinni, kókaði fullkomuliga yvir hjá gestunum. Málið kom, eftir at bólturin hevði ferðast eitt sindur í B36 brotsteiginum, og tá hann at enda varð stútaður móti málinum, stóð Óli Hansen inni undir málinum og setti seinasta fótin á bóltin.

Sum nevnt, so endaði alt við, at tveir B36 leikarar vórðu riknir av vøllinum, men hóast teir sostatt vóru undirmannaðir seinasta partin av dystinum, so megnaðu teir at leggja eitt ávíst trýst á GÍ málið. Eina ferð vildur teir vera við, at talan var um brotsspark, men floytan hjá dómaranum tagdi.


Pelle í øðini

At siga, at B36 venjarin, Per Olav Andersson ella Pelle, var illur eftir dystin, er so ikki at taka munnin ov fullan.

Sviin var í øðini um dømingina í dystinum, sum eftir hansara tykki fullkomuliga hevði oyðilagt dagin hjá havnarmonnunum.

Serliga vóru tað tey bæði málini, sum orsakaðu hesa misnøgdina. ? Vit venja hart og miðvíst hvønn tann einasta dag, og so verður alt arbeiðið spilt á ein slíkan hátt. Tað tykist heilt ófatuligt, tí tað er altso fremstu fótbóltsdeildina í landinum, at talan er um, helt ein vónbrotin B36 venjari fyri eftir dystin.

Eitt, sum hann ikki nevndi, men sum ivaleyst eisini fer at geva svianum høvuðbrýggj, tá kappingin verður uppafturtikin eftir summarsteðgin, eru tey bæði leikbannnini, sum B36 fekk burtur úr dystinum. Bæði Jens Kristian og Mikkjal hava týdningarmiklar leiklutir á B36-liðnum, men komandi dystin verða teir báðir so ikki tøkir hjá venjaranum.


Høvdu tað uppiborið

Sunnukvøldið fingu vit orðið á Petur Hansen, sum dømdi dystin, og sum seinastu løtuna rættuliga var í andgletti.

Um tey bæði reyðu kortini helt hann, at teir báðir leikararnir fingu tað, sum teir høvdu uppiborið, tí teir vita av, hør revsingin er fyri at munnhøggast við dómara og hjálpardómara.

At øsingin komst av, teimum báðum støðunum, har mál hjá B36 varð kolldømt og tað hjá GÍ varð góðkent, var Petur greiður um, men hinvegins segði hann seg hava dømt eftir bestu sannføring. ? Linjuverjin stendur betri fyri enn eg, og eg má sjálvandi hava álit á teimum metingum, sum hann hevur gjørt av støðuni, var tað, sum leirvíkingurin hevði at siga um mest umtalaðu hendingarnar í dystinum.


Nógv skal betrast

Við sigrinum fekk GÍ trý hart tiltrongd stig, og so er spurningurin, um hetta var byrjanin til eina longri klintran upp eftir stigatalvuni.

Undanfarnu árini hava í øllum førum lært okkum, at gøtumenninir ongantíð skulu avskrivast heilt. Gullmerki verður tó neyvan talan um í ár. Í øllum førum ikki landskappingini. Í steypakappingini hava teir tó møgueleikan, tá teir komandi sunnudag skulu á Tórsvøll, har HB er mótstøðuliðið. Skal GÍ gera sær vónir um at vinna tann dystin, skal avrikið helst vera betri enn tað var sunnudagin, tí tað kann ikki roknast við, at teir fáa somikið góða hjálp frá dómaranum tveir dystir á rað.

Ikki tí, sæð yvir allar 90 minuttirnar, var tað sum so í lagi, at GÍ fekk stigini, men fyri fótbóltin er at vóna, at tað verða leikligu avrikini, og ikki tey hjá dómaranum, sum koma at verða avgerandi fyri dystin.


GÍ-B36 1-0 (0-0)


1-0: Óli Hansen 78.


Dómari: Petur Hansen


GÍ:

Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Súni Olsen, Pauli Jarnskor, Magni Jarnskor, Henning Jarnskor ? Hans Pauli Petersen, Helgi L. Petersen, Óli Hansen


B36:

Tróndur Vatnhamar ? Mikkjal Thomassen, Egil Zachariassen, Jens Kristian Hansen ? Håkan Lundholm, Jan Guttesen, Klæmint Matras, Magni á Lakjuni ? Jákup á Borg, Ronnie Samuelsen, Jørgin Meitilberg