Kósin stóran týdning

Tey eru mong, sum fegnast um, at stóra fiskavirkið á Kósini framvegis hevur sítt skapandi framleiðsluvirksemi í Klaksvík, hóast útróður og egning, sum Klaksvíkin var so kend fyri, ikki er, sum tað var

Fara vit eini 25-30 ár aftur í tíðina, høvdu vit eini 20 traditionell fiskavirkir í Føroyum – ja, onkuntíð varð sagt, at vit høvdu eitt fiskavirki á hvørjum tanga.

 

Men, júst soleiðis var tað nú ongantíð, tí so nógv vóru fiskavirkini heldur ikki.

 

Nógv virkir arbeiddu við somu framleiðslum og somu fiskasløgum.

 

Tað stóð á at uppfinna djúpa tallerkin og gera okkurt annað enn tað, sum onnur gjørdu.

 

##med2##

 

Eitt av virkjunum, sum hevði ligið stilt, men sum slapp at lata uppaftur, treytað av, at virkið ikki fór í kapping um traditionellu fiskasløgini á landgrunninum, var Tavan í Leirvík.

 

Virkið legði seg eftir at keypa gulllaks og gera gulllaksafars, tí tað gjørdi eingin annar, og hetta hevur verið ein góð forrætning síðan.

 

Tað var vanligt í sínari tíð, at virkir bæði skóru fisk, sum varð pakkaður og frystur, og at tey so eisini skóru flak ella flaktu og saltaðu.

 

Í dag arbeiða flestu fiskavirkir antin við feskum og frystum vørum ella við saltfiski – og ikki báðum.

 

Men, undantøk eru.

 

Virkir her um okkara leiðir, sum bara arbeiða við saltfiski, eru eitt nú Vaðhorn á Strondum, PRG í Gøtu og Faroe Origin á Toftum.

 

Í Skopun hava tey bæði lættsaltað fløk og feskan fisk, sum fer í portiónir.

 

 

 

Ein krumptappur

 

Tað er eingin loyna, at Kósavirkið í Klaksvík telist millum størstu fiskavirkir í Føroyum, og soleiðis hevur tað verið í nógv ár.

 

Innan fiskaframleiðslu er Kósin ein rættiligur krumptappur, sum hevur stóran týdning fyri tey fólk, sum starvast her.

 

Á Kósini arbeiða tey bæði við feskum fiski, sum verður skorin og frystur, og her arbeiða tey eisini við saltfiski.

 

Tað er JFK, sum rekur Kósina, og her eru fleiri skip knýtt at virkseminum, bæði línuskip og trolarar, sum soleiðis kunnu tryggja virkseminum rávøru.

 

At upsaveiðan hevur verið so vánalig í fleiri ár, hevur sett síni spor kring um á fiskavirkjunum, sum arbeiða upsa, og hetta hevur sjálvsagt eisini merkt virksemið á Kósini.

 

 

 

Mynstrið er broytt

 

Tey eru mong, sum fegnast um, at stóra fiskavirkið á Kósini framvegis hevur sítt skapandi virksemi í Klaksvík, hóast útróður og egning, sum Klaksvíkin var so kend fyri, ikki er, sum tað var.

 

Onkrir útróðrarbátar eru eftir, sum rógva út av Klaksvíkini, men útróðrarvinnan her er ikki tann, hon áður var.  

 

JFK-reiðaríið er, sum árini eru gingin, vorðin eigari ella partur av ognarskapinum í fleiri skipum, sum í dag hava stóran týdning fyri ráfiskagrundarlagið undir Kósavirkinum.