Kostaði 1.500 krónur at vísa løgregluni fingurin

Ein maður fekk í gjár bót fyri at vísa løgregluni fingurin

Tá ein løgreglubilur í gjár á alljósum degi koyrdi í miðbýnum í Havn, gjørdist ein maður sera ólátaður og vísti løgregluni fingurin. Hann rópti eisini eftir løgreglubinum og elti hann eina løtu, meðan hann vísti fingurin.

– Slíkan atburð eiga vit ikki at góðtaka. Um onkur ger tað í einum skýmaskoti, har hann tosar við eitt løgreglufólk undir fýra eygum, so hevði verið øðrvísi. Men soleiðis at háa løgregluna alment, tað góðtaka vit ikki, og tí fekk persónurin eina bót upp á 1.500 krónur.