Stjóraskiftið í Atlantsflog kostaði tjóðarflogfelagnum 3,3 milliónir í beinleiðis øktum útreiðslum til stjóralønir til Magna Arge og Jørgen Holme í 2013. Tað vísir roknskapurin hjá P/F Atlantsflog.
Tað var tann 16. november í fjør, at nevndin í Atlantsflog koyrdi Magna Arge frá sum stjóra. Hann varð sendur til hús hendan leygardagin.
Men tað kostar at senda stjórar til hús. Serliga nógv kostar tað at senda vælløntar stjórar til hús, tí stjórar við serliga høgum lønum í milliónaklassanum hava altíð nógv longri uppsagnartíð, enn fólk flest. Tvey ára uppsagnartíð er als ikki óvanligt,heldur ikki trý ár. Soleiðis kostaði tað Atlantsflog 3 milliónir og 16 túsund krónur at senda Magna Arge til hús.
Men nýggi stjórin í Atlantsflog kostar nógv meira enn Magni Arge. Meðan mánaðarlønin hjá Magna Arge var 110.000 krónur um mánaðin, so fær Jørgen Holme nærum tað dupulta. Hann fær beint undir 200.000 krónur um mánaðin uttan bonus. Tí var eykaútreiðslan hjá almenna partafelagnum Atlantsflog at skifta stjóran út 3 milliónir og 334.000 krónur.
Les eisini: Holme hægst lønti almenni stjóri
Í 2014 fer tað at kosta alemnna partafelagnum eina góða millión í eykaútreiðslum at løna Jørgen Holme í mun til Magna Arge. Sama skilið verður í 2015.
Johan Dahl, ið sum vinnumálaráðharri varðar av P/F Atlantsflog, hevur alment funnist at høgu lønunum í almennum feløgum. Men hann hevur ivaleyst eina frágreiðing uppá, hví felagið, sum hann nú varðar av 100 prosent, fer at brúka í minsta lagi 5,5 milliónir eyka upp á stjóralønir hetta tvey ára skeiðið, Jørgen Holme er settur at stjórna felagnum.