Tað er óforsvarligt at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið, sum kostar 200 milliónir krónur, uttan eisini at vísa á, hvaðani peningurin skal koma. Tað halda tey trý umboðini fyri samgongina í Fíggjarnevndini, Ruth Vang, Pauli Trond Petersen og Helena Dam á Neystabø
Men tað eru teir tríggir í andstøðuni, Bárður Nielsen, Jacob Vestergaard og Bill Justinussen, ikki samdur í. Teir vísa á, at tað er neyðugt at rætta ein skeivleika, sum er komin inn í lógina.
Tað er útgjaldið úr Samhaldsfasta, tey eru ósamd um. Joen Magnus Rasmussen, tinglimur fyri Fólkaflokkin, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at útgjaldið skal vera skattafrítt og nú skal Løgtingið taka støðu til málið.
Men nú Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt málið, staðfesta umboðini fyri samgonguna, at tað er IKKI ein feilur, at, at bæði inngjaldið í Samhaldsfasta, og útgjaldið úr honum, eru skattskyldug.
– Veruleikin er, at hetta er ein skipan, sum er í øllum okkara sosialu skipanum, og hetta er ein skipan, Løgtingið hevur samtykt. Og tey siga eisini, at hetta er ein skipan, nettupp Fólkaflokkurin gekk undan fyri at fáa samtykta.
Og tey halda eisini, at tað er rætt at vit alla tíðina kanna um tað ber til at lækka skattin. Men tað eigur at verða gjørt soleiðis at tað ikki fær óforsvarligar avleiðingar fyri fíggjarstøðuna hjá Landinum og kommunum, tí so fer vælferðin at versna.
Tey halda, at tað er bæði óforsvarligt og veruleikafjart at koma við uppskoti sum hesum, uttan eisin at vísa á tær fíggjarligu avleiðingarnar av tí. Og tey halda, at tað er sjálvsagt, at eitt uppskot, sum fer at kosta landskassanum og kommununum 200 milliónir krónur í mistum skatti, kann ikki standa einsamalt. Tey halda, at hendur tað at hetta verður samtykt, mugu kommunur antin hækka skattin, lækka barnafrádráttin, ella mugu skerja kommunalu tænasturnar, eitt nú barnaansingina.
Teir tríggir í andstøðuni halda, at heldur enn at vera ein hjálp hjá pensjónistum, er samhaldsfasti vorðin ein pengamaskina hjá landskassanum og kommunukassunum. Teir vísa á, at hetta sæst týðiliga í sjónarmiðunum hjá samgonguni, tí tey hugsa meiri um, hvat Landið og kommunur skulu fáa burtur úr grunninum, enn at veita pensjonistum ein styrk.
Í roynd og veru er Samhaldsfasti ein skattur, men ístaðin fyri at lata henda skattin fara óskerdan til pensjonistarnar, verður stórur partur av honum brúktur til onnur endamál. Tí er umráðandi at rætta skeivleikan, so allir teir skattaðu pengarnir, sum borgarin hevur goldið, fara óskerdir til pensjonistin, siga teir í andstøðuni.
Tann sjeyndi limurin í Fíggjarnevndini, Kristin Michelsen, vil ikki siga, hvat hann heldur, tí fer hann at taka støðu til í Løgtinginum.