Í nátt tók politiið tríggjar dreingir, sum koyrdu í einum stolnum bili á Hvítanesi á Streymoynni.
Eingin teirra hevði koyrikort.
Bilin høvdu teir tikið í Havn.
Revsingin fyri brúkstjóvarí er hækkað, so revsiramman nú er hálvt annað ára fongsulsrevsing.
Bileigarin kann vænta sær eina heilsan frá fútanum, tí lykilin var ov lættur at fáa hendur á. Eigarin hevur skyldu at tryggja, at eingin kann fara við bilinum.