Arbeiðið at umvæla Falk fer at kosta eina góða millión krónur Tað fer at kosta eina góða millión krónur at umvæla skaðan, sum partrolarin Falkur fekk, tá hann og makkarin, Heykur, stoyttu saman á Sandoyarbankanum tíðliga gjáramorgunin.
Falkur hevur fingið eitt meiri enn tveir metrar høgt og ein metur breitt hol bakborðsmegin og stendur nú á skipasmiðjuni í Havn.
Roknað verður við, at Falkur fer aftur til fiskiskap um einar fjúrtan dagar.