Kostar einar 250 kr. at sleppa undan influensuni

Øll kunnu koppseta seg ímóti influensu, men tað er fyri egnu rokning, tí sjúkrakassin betalir ikki útreiðslur til slíkt

Tey, sum ikki vilja hava herviligu influensuna, sum herjar landið runt í hesum døgum, kunnu eisini sleppa undan.

Tí tað ber til at koppseta seg ímóti henni.

Jenis av Rana, kommunulækni í Havn, sigur, at øll, sum vilja, kunnu verða koppsett ímóti influensuni.

Men tað kostar einar 200 til 250 krónur. Og sjúkrakassin betalir ikki, so tað skal hálast úr egnum lumma.

Jenis av Rana sigur kommunulæknarnir gera sjálvir av, hvussu nógv teir taka fyri at koppseta fólk ímóti influensu. Men vanligt er, at fólk fara sjálvi á apotekið eftir koppingarevni og so fara tey til læknan við tí at verða koppsett.

Vanliga kostar koppsetingarevnið einar 80 krónur.

Læknin tekur síðani gott 100 krónur til knapt 200 krónur fyri at koppsetingina.

Jenis av Rana sigur, at tað eru mest eldri fólk, og fólk, sum eru illa fyri av sjúku frammanundan, sum lata seg koppseta, fyri at sleppa undan influensu.

Men tað er eisini vanligt, at yngri fólk lata seg koppseta. Talan er ofta um fólk, sum ikki hava stundir, ella ráð til at liggja sjúk, tí tá ið sjúkralegan verður so long, sum talan er um av hesi influensuni, kann tað eisini verða ein fíggjarligur spurningur. Men tað eru eisini foreldur, sum vilja tryggja sær, at tey ikki leggjast sjúk frá børnunum, so at tey ikki skulu fáa tað umsorgan, tey hava brúk fyri.

Jenis av Rana sigur, at koppsetingin er næstan 100% trygd fyri, at ein ikki fær influensu. Summi siga, at tey verða sjúk, hóast tey eru koppsett. Men aloftast er tað tá talan um vanligt krím, og tað skal ikki mistakast fyri at vera influensa. Tí tann sum er koppsettur, er næstan 100% tryggjaður ímóti influensu, vissar kommunulæknin um.

Hann leggur afturat, at av tí, at fólk skulu gjalda sjálvi, eru læknar varnir at mæla fólki til at koppseta seg. Men eftir ein slíkan leðrar, sum í vetur, vænti, eg, at eg hereftir fari at gera meiri av at mæla fólki til at koppseta seg, sigur Jenis av Rana.