Koyra aftur kapp við kassabilum í Skopun

Leygardagin 13. august stevna dreingir og gentur úr øllum landinum til Skopunar, tí tá verður aftur skipað fyri kassabilakapkoyring í bygdini.

 

Skipað varð fyri sama tiltaki fyri tveium árum síðani, og tað hepnaðist so væl, at fyrireikararnir aftur hava sett øllum kassabila-áhugaðum úr øllum landinum at koa til Skopunar annan leygardagin.

 

Tiltakið byrja við skrúðgongu á kaiini uttan fyri Kunningarstovuna. Tá skulu kassabilarnir – við fløggum – vera klárir.

 

Kristvør Kolden, sum skipar fyri tiltakinum, sigur, at tey fegin vilja hava ellisakfør at koma við eisini.

 

Skráin fyri dagin sær soleiðis út:

 

Klokkan 14.15: Innritan av luttakarum til kassabilakappkoyringina verður á Torginum mitt í bygdini.

 

Klokkan 14.15: Røða og sangur

 

Klokkan 14.30: Sølutorg, súklubátahylur o. a. hugnaligt spæliøki í og rundan um ánna við heingibrúgv, og mangt annað.

 

Klokkan 15.00: Kappkoyringin

 

Fiskikapping í ánni – Størsta síl (í vekt og longd) hvør klárar at fanga ein ál?

 

Klokkan 16.00: Konsert

 

Klokkan 17.00: Steyp og heiðursmerkir

 

Vinnarin fyri fiskikappingina verður funnin.

 

Kostnaður fyri dagin er 50 kr fyri hvørt barnið millum 3-14 ár, men tað er ókeypis fyri vaksin.

 

Eftir hetta bjóðar Campingøki í Skopun felagssangløtu, grilling o.a.

 

---

 

Treytirnar fyri at luttaka við kassabili:

 

– Heimagjørdur kassabilur ið kann styra og bremsa

 

– Førarin má hava hjálm

 

– 1-5 børn kunnu verða á hvørjum liði til hvønn bil, bert ein kann verða í bilinum meðan koyrt verður.

 

– Aldur á førarinum 7-12 ár

 

Tríggir vinnari verða funnir:

 

1. Tann, ið vinnur kappkoyringina

2. Tann kreativasti bilurin

3. Tann tryggasti bilurin

 

Dómarnir eru: HallelujaSofus, Kemm Poulsen o.o.

 

– Vit gleða okkum at síggja tykkum leygardagin 13 august

 

– Hjartaliga vælkomin til Skopunar, heilsar Kristvør Kolden.

 

TRÝST HER fyri at lesa repotasju úr Sosialinum um kassabilakappkoyringina í 2014.

 

Til ber at síggja kykmyndir frá kappingini seinast VIÐ AT TRÝSTA HER