Koyra tíðum óforsvarligt

Ambulansaførarar síggjast tíðum koyra alt ov skjótt og óforsvarligt uttan ljós ella lúður

Ferðsla
Rógvi Borðoy
Ein dagin herfyri sá undirritaði ein ambulansa koyra sera hart og óforsvarligt á vegnum við Áir. Støðan var tann, at ein røð av bilum koyrdu suðureftir á vegnum, tá ein sjúkrabilur, sum eisini koyrdi suður eftir, fekk teir aftur. Mótkoyrandi ferðsla var hinumegin á vegnum, men tað forðaði ikki sjúkrabilinum í at byrja eina yvirháling, so at hann noyddist at koyra mitt á vegnum, og allir hinir bilarnir noyddust út á vegøkslina við høgari ferð.
                      Sjúkrabilurin hevði hvørki blunkljós ella lúður frá, og tí roknaðu bilførararnir ikki sjúkrabilin sum havandi skund.
                      Atli Simonsen á ambulansutænastuni sigur seg ikki kenna nakað til júst hesa hending, men hann sigur, at í hesum førinum skuldi førarin í minsta lagi brúkt blunkljósini.
 
Reglur eru galdandi
Atli Simonsen sigur, at reglur eru galdandi fyri førarar á sjúkrabilum. Akkurát hvussu teir eru, veit hann ikki, men hann sigur, at tað er vanligt at koyra við blunkljósum í øllum førum, har koyrast skal ov skjótt. Í summum førum ber til at koyra uttan blunk, til dømis um sjúklingurin ikki vil hava øll at síggja, hvat hendir. Í teimum førunum skal førarin tó hava fingið loyvi frá løgregluni, sigur hann.
                      Hann sigur, at førarar á sjúkrabilum skula koyra undir somu reglum sum førarar í løgreglubilum, men at løgreglan til tíðir kann koyra uttan blunk, um tað er alneyðugt, at teir møta upp ósæddir, til dømis um eitt innbrot verður framt.
 
Koyrilærarin
Stanley Olsen, koyrilærari, sigur at sjúkrabilar skula yvirhalda vanligar ferðslureglur, um teir ikki hava blunkljósini tendraði. Tað vil siga, at førarar altíð skula hava blunkljósini tendraði, um teir noyðast at koyra óvanliga skjótt. Hin vegin skula teir hava eina orsøk til at koyra ov skjótt. Tað vil siga, at um eingin sjúklingur er í bilinum, sum er í vanda, hevur førarin ikki loyvi til at tendra blunkljósini, og harvið skal koyrast við vanligari ferð.
                      Lesarar hava eisini sæð sjúkrabilar tendrað blunkljósini í einari ljóskurv. Tá sjúkrabilurin er komin ígjøgnum ljóskurvuna, sløkkir hann ljósini, og koyrir vanliga aftur. Tað kann síggja út, sum at førarin bara ikki tímir at bíða, men so er ikki, sigur Atli Simonsen.
                      Tað kemst av, at førararnir ikki vilja vera ov nógv til ampa við gangi. Um teir hava ein sjúkling í bilinum, sum ikki er beinleiðis í lívsvanda, kunna teir fyri at sleppa eitt sindur skjótari ígjøgnum ferðsluna tendra ljós ella lúður eina løtu, sigur Atli Simonsen.