Í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á landsvegnum við flogvøllin í Vágum, har ein bilur koyrdi á ein skutara við lutfalsliga lítlari ferð.
- Bilførarin segði, at hann helt tað vera ein bilur, sum var frammanfyri, men tá hann nærkaðist, sá hann, at hetta var ein skutari.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tað eydnaðist bilføraranum at taka meginpartin av ferðini, áðrenn hann bar við skutaran.
- Sjúkrabilur kom á staðið, men tíbetur spældi alt væl av, og málið er ikki skrásett sum eitt mál við persónsskaða, sigur løgreglan.
Lagt verður aftrat, at bilførarin fær bót og klipp í koyrikortið fyri ikki at hava verið nóg ansin, tá hann nærkaðist skutaranum.