Koyrdi inn í eina barr og drap fýra fólk

- Talan var um ein 22 ára gamlan bilførara, sum rýmdi undan løgregluni og koyrdi undan við nógvari ferð, sigur løgreglan í Florida

Fýra fólk lótu lív, tá ein bilur í gjár koyrdi inn í eina fultsetta barr í Florida.

 

- Haraftrat fingu 11 onnur løstir, upplýsir amerikanska løgreglan í nátt.

 

Løgreglan sigur, at talan var um ein bilførara, sum rýmdi undan løgregluni og koyrdi undan við nógvari ferð.

 

Løgreglan í Florida veit at siga, at ein 22 ára gamal maður er handtikin og skuldsettur í málinum.

 

Maðurin er skuldsettur fyri fýra bildráp og fyri at hava verið atvoldin til, at fleiri fólk fingu løstir.

 

Hetta vita útlendskir miðlar at siga í morgun.