Russiskir býir mistu streymin í ukrainskum álopi

Tá kríggj er, verður lopið á. Hin álopni roynir at verja seg sum best móti áleyparanum

Tað verða skjótt fýra ár síðan, at Russland leyp á grannalandið, Ukraina

Í nátt hevur Ukraina lopið á russiskar býir, nærindis markinum til Ukraina.

 

Sagt verður, at ukrainsku álopini høvdu við sær, at partar av milliónabýnum, Voronezj og grannabýnum, Belgorod, lógu í streymloysi.

 

Tað verða skjótt fýra ár síðan, at Russland leyp á Ukraina, og í hesum tíðarskeiði hevur Russland óteljandi ferðir lopið á orkuverk í Ukraina.

 

Russisku álopini hava serliga verið í køldu tíðini av árinum, tá mest er brúk fyri streymi og hita.

 

Hetta er helst orsøkin til, at ukrainski herurin svarar aftur - við ukrainskum álopum á orkuverk og streymleiðingar í Russlandi.

 

Ukraina hevur eisini lopið á fleiri russisk oljureinsivert, og hetta hevur eitt nú ført til, at trot hevur verið á brennievni í pørtum av Russlandi.

 

Haraftrat hava ukrainsku álopini á oljureinsiverk minkað um inntøkurnar hjá Russlandi - úr olju og gassi, sum eru við til at fíggja russisku krígsførsluna.

 

Hetta skrivar eitt nú tv2.no í morgun, og tað eru fleiri aðrir útlendskir miðlar, sum bera hesi tíðindi.

 

 

 

Tað verða skjótt fýra ár síðan, at Russland leyp á grannalandið, Ukraina