Koyrdi ov tungum viðfestisvogni

Ein bilførari varð í gjár tikin fyri at koyra uttan førararætt

savnsmynd

Talan var um ein persón, sum ikki hevði koyrikort til tað 'vogntokið', sum hann koyrdi, sigur vakthavandi á politistøðini, sum greiðir frá, at tað var ein bilførari, sum koyrdi við bili og vogni, sum tilsamans var ov tungt til tað koyrikortið sum viðkomandi hevur. Tað merkir, at bilur og viðfestisvognur vigaði meira enn 3.500 kg. 

Tá skalt tú hava BE koyrikortið, og tað hevði viðkomandi ikki, og tær fær hann eina ordans bót fyri, sigur vaktleiðarin.

Í gjár vóru grindaboð í Kalsoyarfirði. Grind varð sædd av landi frá Kunoyarvegnum. Men nóg mikið av grind er í Norðoyggjum og í Norðureysturoy, so avgjørt varð ikki at halda grindini til.

 

 

savnsmynd