Koyrdi til Havnar í góðari trúgv

Bilurin, sum løgreglan eftirlýsti á Portalinum fyrr í morgun, er nú komin aftur í aftur í øllum góðum.

Hann var endaður í Havn, har hann stóð parkeraður óskalaður og hann kann nú latast eigaranum aftur.

Løgreglan sigur, at eftir at greinin hevði staðið á portalinum, ringdi ein kvinna á støðina og boðaði frá, hvar bilurin var.

Hon hevði sjálvt koyrt bilin til Havnar.

Ein maður var komin til hennara í Klaksvík í nátt við lyklinum og spurt um hon var koyrifør og um hon kundi koyra bilin aftur til Havnar.

Kvinnan helt sjálvsagt, at maðurin átti bilin sjálvur so hon játtaði og koyrdi hann til Havnar í góðari trúgv.

Men nú vísir tað seg, at maðurin átti slett ikki bilin, tí tað var ein vinmaður hansara, sum átti hann.

Tá ið hann varnaðist, at bilurin var horvin, boðaði hann løgregluni frá, at bilurin var stolin og nú kvinnan lesur á Portalinum, at bilurin er eftirlýstur, tí hann er stolin, boðaði hon løgregluni frá.

Løgreglan sigur, at sum málið liggur, verður onki mál burtur úr hesum tí hetta fara vinmenninir báðir at greiða sínamillum.