Tá ferðslulógin, á sumri í 2000, varð broytt, var ætlanin, at ein nýggj koyrikortkunngerð skuldi gerast.
Av tí, at føroyska ferðslulógin liggur tættast upp at donsku ferðslulógini, var skilabesta loysnin at gera føroysku kunngerðina við støði í tí donsku, sum er grundað á eitt ES boðskriv um koyrikort.
Mett verður, at donsku frálæruætlanirnar til allar koyrikortbólkar eru tær, sum neyvast áseta, hvønn kunnleika, dugnaskap og atburð koyrinæmingur skal hava fyri at kunna útvega sær koyrikort.
Eisini byggir skipanin á, at frálæran í teori og verki skal samskipast og fylgja uppsetingini í lesiætlanini, sum er gjørd við støði í frálæruætlanini. Hetta verður mett at vera tann besti pedagogiski hátturin at læra.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Gamla skipanin
Galdandi skipan byggir á gomlu norsku skipanina, sum við tíðini er bøtt og nútímansgjørd, uttan at føroyingar rættiliga hava megnað at fylgt við. Galdandi teoriroyndirnar eru grundaðar á sokallaðu "multiple choice" skipanina, har tríggir svarmøguleikar eru í hvørjum spurningi. Næmingurin skal so taka støðu til, hvat av teimum trimum er rætta svarið.
Teoriroyndirnar, sum higartil hava verið nýttar, eru í einum bóklingi, sum næmingurin skal lesa spurningarnar burtur úr. Hann skal taka støði í einari lutfalsliga lítlari mynd ella tekning, samstundis sum hann eisini skal krossa av á einum oyðublaði.
Henda skipan hevur víst seg at verið trupul hjá næmingum, sum eru lesiveikir og eldri fólkum, ið hava ilt við at hava yvirlit við fleiri viðurskiftum í senn.
Tað hevur verið trupult hjá teimum at klára galdandi teoriroynd fyrstu ferð. Ikki tí, at tey ikki duga ferðsluteoriina nóg væl, men heldur orsaka av, at tey ikki megna at umseta skrivaða tekstin í verki og tí taka skeiva støðu.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Nýggja skipanin
Nýggja skipanin byggir á, at næmingurin fær eina ferðslustøðu við einari mynd á telduskermin. Hann upplivir støðuna, sum hann sær hana, tá hann situr aftan fyri róðrið í bilinum.
Harnæst verður, í hátalara, givin upplýsing um myndina ella ferðslustøðuna. Síðani verður næmingurin, eisini í hátalara, spurdur tríggjar ella fýra spurningar um ferðslustøðuna. Nú skal hann, á telduskerminum, svara "ja" ella "nei". Tað vil siga, at hann skal taka støðu til, hvat skilabest er at gera í støðuni. Sostatt er ongin tekstur at taka støðu út frá, sum tað er í galdandi royndum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Lesiætlan
Talan er um eina skipaða frálæru, við einum minst ásettum tímatali fyri teori- og verkliga koyrifrálæru, fyri hvønn koyrikortbólkin sær. Gjørd er ein lesiætlan fyri hvønn koyrikortbólk, sum fylgir neyvt uppsetingini í frálæruætlanini.
Tað vil siga, at næmingurin altíð veit, hvar hann er staddur í frálærutíðarskeiðnum, og koyrilærarin hevur eitt gott amboð at undirvísa eftir.
Frálæran í teori og verki skal samskipast soleiðis, at tað, tú lærir í teori, skal roynast í verki, áðrenn farið verður víðari í teorifrálæruni.
Koyrinæmingurin skal so hvørt leiðast frá lættari til truplari venjingar, og skal haraftrat hava møguleika fyri endurtøku av undanfarnum venjingum, so at vanda atferðin verður fest og styrkt.
Tað eru tó altíð fyrst og fremst viðurskifti og evni hjá tí einstaka næminginum, ið eru avgerandi fyri, hvussu nógvar skúlatímar - útyvir teir í minsta lagi ásettu skúlatímarnar - næmingurin skal hava, áðrenn hann kann fara upp til roynd.
Kelda: www.akstovan.fo