Koyrikortini galda til ár 2001

Tað eru liðin hálvt annað ár síðani, at Bileftirlitið fór undir at geva út nýggju koyrikortini, sum eru á stødd við eitt vanligt gjaldskort, og sum er gjørt úr plasti

Í seinasta Kunngerðarblaðnum ger landsstýrismaðurin Ivan Johannesen kunnugt, at tey gomlu koyrikortini - tey, sum ikki eru gjørd í ES-sniði - fara úr gildi 31. desember ár 2000.

Tað er Bileftirlit Føroya, sum skipar fyri umbýtinum, og kallar inn gomlu koyrikortini til umbýtis.

Men fyri at fáa nýggja koyrikortið, skulu fólk gjalda Bileftirlitinum 25o krónur.