Koyring í Evropa uttan bíðirøðir

Um tey sum koyra uttanlands leggja sær túrin væl til rættis, sleppa tey frá at standa í tímalongum bíðirøðum. FDM hevur her nøkur góð ráð til tey sum ætla sær ein biltúr í Evropa

Tey sum ferðast gjøgnum Evropa í vikuskiftunum, frá juli og til miðan august, kunnu vera næstan vís í enda í eini bíðirøð. Serliga ringt er tað í teimum størru býunum. Tí er tað ikki altíð skjótasti vegur at koyra eftir teimum størru høvuðsvegunum. Innanfyri Schengen-londini, er tað at koyra um landamørk ongin trupuleiki. Um ein til dømis skal til Pólands, kann tað vera ein fyrimunur at koyra mitt í viku fyri at umgangast bíðirøðirnar. Ein annar møguleiki er at koyra um næturnar, men tað verður ikki tilrátt í londunum í Eysturevropa. Fleiri bilar hava nú navigatiónsskipan, hetta kann verða ein stórur fyrimunur á túrinum. TMC (Traffic Message Channel) er ein skipan sum móttekur ferðsluávaringar, ið verða sendir víðari á donskum máli. Fyri heilt at sleppa undan ferðslutrupulleikunum ber til at koyra bilin uppá eitt biltok. Á tann hátt ber til at koma úthvíldur fram til frítíðarstaðið.
Kelda: FDM / Motor