Afghanistan 2010 - Høgni fortelur:
»Eg eri ein deyður maður«
Eg endurtaki orðini fyri meg sjálvan, áðrenn eg fari út gjøgnum portrið frá leguni.
»Eg eri ein deyður maður«.. »Eg eri ein deyður maður.«
Eg má síggja meg sjálvan sum ein deyðan mann, annars klári eg ikki útføra missiónina. Eg má broyta mínar tankar, koma í battle-mind og rudda allar forstýrandi hugsanir og kenslur burtur. Vit ganga beint út í vandan - og eg gangi fremstur.
Eg eri sweepari; tað eri eg, sum gangi við minuleitaranum og leiði hinar í míni patrulju. Aðru ferð eg var úti á patrulju í Helmand, sá eg tann fremsta mannin verða sprongdan í luftina. Hann steig á eina minu. Eg veit, at eg kann gera tað sama. Eg havi eisini upplivað, at hermenn frá Taliban hava havt meg sum beinleiðis mál, og at kúlurnar hava flogið um oyruni á mær. Eg veit, at tað kann henda aftur í dag. Eg veit, at hesin patruljutúrurin kann vera tað seinasta, eg geri í lívinum.
»Eg eri ein deyður maður«.
Friðarvaktir
Tað er skundur, sum eyðkennir slotsplássið frammanfyri Christiansborg í Keypmannahavn. Bilar, súkklur, fólk til gongu. Øll hava eitt mál, og øll skunda sær. Øll - uttan skiftandi friðarvaktirnar, sum hvønn einasta dag síðani 2011 hava sitið har. Mál teirra er at minna politikararnar á, at teir hava eina ábyrgd fyri at at søkja frið - og at summi eru ósamd í donsku krígsluttøkuni.
Seinastu mánaðirnar hava tað tó verið fleiri fólk hjá Friðarvaktini. Tveir krígsveteranar, sum báðir hava verið útsendir við Nato, hava hvønn dag verið har og stuðlað.
Annar er Høgni Petersen úr Havn. Hann er í sínum NATO uniformi frá Afghanistan, og sum sláandi andstøðu ber hann eisini eitt stórt, litfagurt Peace-flagg. Hann hevur stríðst í kríggi, men nú stríðist hann fyri friði.
Tað róliga føroyska sinnalagið eyðkennir Høgna. Hann hevur mild eygu, og tað er tað sæst, at hann hevur verið nógv úti í sólini. Ljósu eygnavippurnar kransa brennandi eygnabráið. Hann tosar hóvliga og við mildari rødd - slett ikki, um tú kundi væntað av einum demonstrerandi hermanni.
Hann gevur mær eitt stórt klemm, og tað kemur eitt sindur óvæntað. Hinar friðarvaktirnar smílast - tey eru helst von við fólk, sum ikki eru von við klemm frá fremmandum.
- Man skal hava 12 klemm dagliga, tað veist tú av, ha? spyrja tey smílandi, og so koma tey øll at klemma.
Løtu seinni, tá vit sessast við einum kaffimunni, greiðir Høgni frá sínum upplivingum í Afghanistan, og hvussu tað ber til at skifta frá ytsta høgraveinginum til ytsta vinstraveingin.
Afghanistan 2010 - Høgni fortelur:
Minuleitarin bippar hart og uttan íhald og staðfestir harvið, at metal er í jørðini undir okkum. Her hava verið so nógvar eksplosiónir farnu árini, at her er metal allastaðni. Eg brúki tí meiri eyguni, logikkin og magakensluna, tá eg leiði mína patrulju. Ein metur aftanfyri meg gongur ein vápnaður maður. Hann skal verja meg, um vit verða álopin. Einar fimm metrar aftanfyri hann gongur restin av patruljuni.
Vit skulu frá »Hight Ground«, har lega okkara er í oyðimørkini, og niður í »Green Zone«, tann gróðrarmikla dalin í Helmand landslutinum, har tey lokalu búgva. Vit skulu dagliga vísa okkum har og tosa við tey.
Knappliga brestir ein vegbumba tríggjar metrar frammanfyri meg, og trykkið er so stórt, at eg verði slongdur gjøgnum luftina. Fyrsti tankin er, at nú havi eg mist bæði beinini. Tað er støv og roykur, og eg síggi einki, tá eg lendi. Eg royni at draga meg sjálvan burtur úr roykinum, tí eg síggi ikki, um nakar ætlar at skjóta meg. »Ligg stillur« rópa teir eftir mær, men eg hugsi ikki klárt og royni desperat at sleppa úr roykinum. »Ligg stillur, for helviti« geyla teir nú, og eg sissist og liggi púra stillur. Vit eru jú í einum øki við vegbumbum og minum allastaðni.
Tað er eitt satt undur, at eg einki mein havi fingið. Tá vit hava tryggjað økið, kemur sergenturin og slær meg vinarliga á hjálmin. »Eg helt, at eg misti teg har«, sigur hann.
Tann talibansoldaturin, sum sat við spreingileidningum, var dekan ov bráur. Hevði hann bíðað, inntil eg kom fáar metrar longur fram, hevði eg verið ein deyður maður.
Ein illusjón
-Eg hevði eina kenslu av, at okkurt var galið í heiminum, og eg kendi, at eg mátti gera okkurt fyri at bøta um tað. Eg var idealistiskur, loyalur og eg vildi stríðast fyri míni sannføring, sigur Høgni Petersen.
Hann søkti um upptøku í herinum, og í 2010 bleiv hann partur av danska C-Coy liði 9 í Helmand.
Høgni tosar róliga og leitar eftir orðunum.
- Eg vildi út at berjast móti teimum yvirgangsmonnunum, sum vildu okkum í vesturheiminum og teirra egna fólki ilt. Eg vildi berjast fyri demokratii og frælsi, og eg helt, at herurin var eitt gott stað at gera tað.
- Alt lívið havi eg latið mær fortalt, at vit eru tey góðu, og hini eru tey óndu. Okkara máti at gera tingini er tann rætti, og tað, sum hini gera, er skeivt. Tað eru vit, sum tryggja ein betri heim. Kríggj verður upphevjað, og hermenn verða sæddir sum hetjur.
Høgni ristir við høvdinum.
- Eg fór í kríggj fyri hesa illusjónina. Eg setti mítt lív í váða og sá onnur verða dripin fyri hana.
Høgni tosar skjótari og nýtir hendurnar fyri at undirstrika síni poeng.
- Men sannleikin er, at tað er eingin »góður« í einum kríggi. Fólkið í einum krígsraktum landi tapir altíð, óansæð hvør annars vinnur. Og báðir partar, sum kríggjast, eru eins ringir.
- Vit fáa at vita, at vit skulu út at hjálpa. Men vit stórt sæð bara oyðileggja. Bæði tey londini, vit skulu eitast at hjálpa, og okkum sjálvi.
Ein harður tóni er kropin inn í ta áður mildu røddina.
- Eg angri ikki, at eg fór. Men eg haldi, at hatta er eitt meiningsleyst kríggj.
Afghanistan 2010 - Høgni fortelur:
- Eg síggi eld, royk og eitt dekk av bilinum, sum hoyrir til okkara patrulju, koma flúgvandi 40 metrar uppi í luftini. Okkara patrulja er rakt. Eg ivist ikki í, at onkur er deyður nú.
Í dag eri eg vakt í leguni, meðan hini eru farin út. Tað má hava verið ein serliga sterk bumba, tá eg merkti ristingarnar heilt niðan í leguna.
Tíggju minuttir seinni eru vit á staðnum. Tann fyrsti soldaturin, eg møti, sær heilt undarligur út frammaní.
- Lat vera við at hyggja inn í bilin, sigur hann og ristir harliga í meg. - Lat vera við at hyggja!
Bilurin hevur rakt eina bumbu. Ein danskur, kvinnuligur soldatur, sum sat í bilinum, er deyður.
Høgni steðgar eina løtu. Hendurnar rista og eygnabráið er fjart. Hann andar djúpt, summar seg eina løtu, áðrenn hann heldur fram.
- Vit tryggja økið og byrja síðani at rudda. Ein lastbilur, sum skal fáa sprongda bilin leysan úr sandinum, kemur til staðið. Eg standi við síðuna av einum øðrum hermanni, og vit traðka til hvør sína síðu, fyri at loyva lastbilinum framat.
Í somu løtu er enn ein ógvuslig spreinging. Hin hermaðurin hevur traðkað á eina minu og er sprongdur í luftina. Ein av granatunum hjá honum rívir seg leysa og verður slongd yvirum lastbilin. Hon lendir beint har, sum eg standi og eksploderar. Eg kasti meg niður - eri óskaddur - men panikkur kemur í. Vit halda, at vit verða álopin frá øllum síðum, men vit standa í einum minuøki, og hvørt einasta fet kann kosta okkum lívið.
»Amputatión« skríggjar onkur hinumegin lastbilin. Eg fái ordra til at sweepa meg runt um bilin og yvir til soldatin, sum traðkaði á minuna. Eg gangi spakuliga við minuleitaranum. Hann bippar hysteriskt allatíðina, og eg veit ikki, um eg stígi á eina minu. Tá eg komi runt um bilin síggi eg, at bæði beinini eru sprongd av við knøini. Tað eru lunsar av kjøti, blóð og klædnapetti allastaðni.
Sjúkrahjálpararnir siga mær, hvat eg skal gera. Teir síggja, at eg eri púra sansaleysur. Mín fyrsti tanki er: Eg kann ikki gera hetta. Mín næsti tanki er: Tað noyðist eg, annars doyr hann.
Fylg pengunum
Eftir fýra mánaðir í Afghanistan kláraði Høgni hvørki at eta ella sova. Hann hevði ilt við at forsvara fyri sær sjálvum, hví hann var har og hvør meiningin var.
- Tað er hart at skifta hugsan um eitt kríggj, har tú hevur sett lívið í váða, og har tínir vinir eru deyðir. Eg vildi so fegin finna eina meining við tí. Men eg havi ilt við at finna hana. Vit vóru bara har, blivu skotin eftir og sprongd í luftina, men vit fluttu okkum hvørki aftur ella fram í landinum. Eg trúði uppá kríggið, tá eg kom, men eg fekk so nógvar meiningsleysar og ræðuligar upplivingar, at eg misti trúnna, staðfestir Høgni.
Hóast hann hevur posttraumatiskt stresssyndrom, sum mitt í tí heila sendir hann aftur til ræðuleikarnar í krígnum, megnar hann nú at hava eitt fulltíðarstarv. Men fyrstu tíðina eftir at hann kom heim, vóru tað sálarfrøðingar og sálarmedisin, sum hildu honum omaná.
Hann hevði ilt við at takla sínar tankar, sum gingu beint ímóti tí, hann altíð hevði trúð uppá og staðið inni fyri. At enda fór hann at kanna tað, hann hevði ein spírandi illgruna um. Og tað, hann fann útav, gjørdi hann rasandi.
Nú er hann sannførdur um, at kríggið í Afghanistan ikki snýr seg um at hjálpa, men um pengar og vald.
- Vit hjálpa ongum við at fara í kríggj. Tað er tað absolutt ringasta, vit kunnu gera við hvønnannan. Ynskja vit at hjálpa teimum, so mugu vit finna eina loysn, sum veruliga hjálpir.
- Børnini vaksa upp í eini krígszonu, tey verða skadd av minum, sum eru ætlaðar okkum, og vit bumba landið fullkomiliga í sor.
Høgni heldur, at ynskir tú at finna veruligu orsøkinar til heimsins kríggj, skalt tú bara fylgja pengunum.
- Meðan tey londini, vit fara inn í at »hjálpa«, verða bumbað aftur til steinøldina, so er tað altíð onkur í vesturheiminum, sum tjenar feitt uppá tað. Kríggj er ein milliardaforrætning, men fyri at summi kunnu tjena, mugu onnur rinda prísin. Og prísurin er ofta blóð - tíverri.
Høgni væntar ikki, at tað, at hann stendur uttanfyri Christiansborg við einum flaggi, fer at tryggja frið í heiminum.
- Men eg vóni, at fólk fáa eyguni upp fyri tí, sum hendir, og byrja at hugsa sjálvi. Eg veit, at summi kalla meg »krígsskaddan«, »klikkaðan« og »konspiratiónsteoretikara«. Eg vóni, at tey hava rætt, og at tað veruliga eri eg, sum havi misskilt alt, sigur Høgni og smílist. Smílið nær tó ongantíð upp til eyguni.
- Eg sigi ikki, at mínar hugsanir eru endaligi sannleikin. Men alt bendir á, at tað er nakað um tað, eg sigi. Tað er skjótt at staðfesta, at eisini í Danmark forvinna fyritøkur milliardir uppá kríggini í miðeystri. Og tað er sjálvandi ein góð orsøk til at halda gongd í kríggjunum. Men eg vil eggja fólki til at kanna tað. So fáa vit at síggja, hvørja mynd tey sjálvi finna fram til.
Høgni fór í kríggj, tí hann var sannførdur um, at okkurt var galið í heiminum. Tað sannføringina hevur hann framvegis. Men nú metir hann ikki, at kríggj hevur nakað gott við sær. Vegurin fram er, at fólk halda uppat við at fylgja autoritetunum púra blint.
- Vit mugu byrja at hugsa sjálvi og seta spurnaðartekin, heldur Høgni.
Afghanistan 2010 - Høgni fortelur:
Tyrlan kemur eftir honum, sum hevur mist bæði beinini. Hann er í lívsvanda. Eg biði um loyvi til at seta meg inn í ein av bilinum, so eg kann fáa frið eina løtu. Eg hyggi at hondunum, sum eru smurdar inn í blóð og kjøtpetti av vinmanni mínum. Fyrstu ferð, síðani eg kom til Afghanistan, hugsi eg: Hví gera vit hetta móti hvørjum øðrum? Hetta gevur jú onga meining yvirhøvur.
--------------
Fakta
Høgni Petersen
27 ár
Úr Havn
Býr í Keypmannahavn
Hærens Basis útbúgving í 2005
Hærens Reaktionsstyrke útbúgving í 2009
Útsendur til Helmand, Afghanistan, februar 2010
Heimsendur juni 2010
Líður av Posttraumatisk Stresssyndrom
Stuðlar dagliga friðarvaktini við Christiansborg
Fulltíðarstarv sum vicuvertur
****
Fakta
Nýggjastu tølini frá Hærens Operative Kommando vísa at 1. apríl 2013 vóru:
947 danir útsendir til altjóða operatiónir
678 vóru í Afghanistan
151 vóru í Baltikum
35 vóru í Kosovo
23 vóru í Mali
Hinir 23 vóru spjaddir í ymsum londum.
Eisini vóru tað:
276 útsendir við NATO
34 útsendir við ST
Ikki er gjørligt at sálda útsendu føroyingarnar úr donsku tølunum