Tað frættist, at landsstýrið hevur ætlanir um at lækka skattin yvir eitt tvey ára skeið. Og í kjalarvørrinum av hesum tekur seg upp hendan afturvendandi tilknýtingin millum lønarsamráðingar og møguligan skattalætta.
Hugsi, at onkur man hava misskilt tað at geva skattalætta. Ein skattalætti er ikki nakað, vit sum skattaborgarar fáa til gávu frá ta til eina og hvørja tíð sitandi landsstýri. Ein skattalætti merkir, at sitandi landsstýri hevur avgjørt at taka minni av peningi frá okkum skattaborgarum, annaðhvørt við tí grundgeving, at tikið verður ov nógv, ella at umsitingini nú tørvar minni peningi til rakstur og íløgur.
Lønarsamráðingar hinvegin snúgva seg keyp og sølu av arbeiðsmegi og onki annað.