Krabbavirking gevur 3 miljónir í halli

Tað gongur stiltið hjá Bugøynes Kongekrabbe í Noregi at fáa lønandi rakstur í vinnuna, og í 2006 og 2007 gav virksemið hall Dagligi leiðarin og høvuðseigarin á krabbavirkinum, Øyvind Seipæjærvi, letur illa at gongdini undanfarnu tvey árini.

Í 2006 og 2007 gav virksemið tilsamans 3 miljónir krónur í halli.

Øyvind sigur, at tað í fyrsta lagi er lági dollarin og hækkaða rentan, sum gera, at tað er so trupult at fáa lønandi rakstur í krabbavinnuna.

Hann sigur, at hann hevur valt at spæla við opnum kortum og siga sum er.

- Seinastu dagarnar havi eg verið í samráðingum við mítt bankasamband, og úrslitið er ein fyribils ? men ikki varandi ? loysn á støðuni.

Tað er norska Fiskeribladet, sum ber hesi tíðindi.

Øyvind Seipæjærvi dylir ikki, at støðan er órógvandi, men hann sigur seg kortini trúgva uppá, at krabbavirkseminum hjá Bugøynes Kongekrabbe verður lív lagað.

- Vit hava 20 fólk í arbeiði í vertíðini, og onkrar familjur hava alt sítt lívsgrundarlag her hjá okkum, sigur Øyvind Seipæjærvi, sum leggur aftrat, at persónliga verður tað hann sjálvur, sum missur mest, um fyritøkan ikki megnar at fáa lønsemi í raksturin.