Føroyar hevur við hesum triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody's, sum hevur 23 stig, skrivar Landsbanki Føroya í tíðindaskrivi.
Dømi um onnur lond við rating Aa2 eru Frakland og Bretland.
Høvuðsorsøkin til betraða kredittvirðið er, at fíggjarligi váðin í sambandi við Eysturoyartunnilin er næstan burtur. Seinasta skotið varð latið av í juni, og tá var sonevndi bygningsváðin hjá landinum burtur.
Moody var og vitjaði í Føroyum í juni, og nú er metingin vorðin almenn.
Umframt at Eysturoyartunnilin er skotin ígjøgnum eru fíggjarlig og búskaparlig lyklatøl fyri Føroyar betri enn frammanundan væntað, skrivar Landsbanki Føroya í tíðindaskrivinum.