Kreppa í Bruxelles:ES í stjórnarloysi

ES nevndin hevur lagt frá sær. Nevndin hóraði ikki undan frágreiðingini um svik, nepotismu og vánaliga fyrisiting, sum ein kanningarnevnd mánadagin handaði ES nevndarformanninum

ES nevndini beyð ikki bøtur, eftir at tað seint mánakvøldið varð greitt, at sosialdemokratisku limirnir í ES tinginum fóru at atkvøða fyri eini misálitisváttan á alla nevndina. Sostatt vóru tveir triðingar av tingmanningini fyri at koyra nevndina frá.

Ein kanningarnevnd handaði mánakvøldið ES nevndarformanninum, Jacques Santer, eina frágreiðing um arbeiðslagið hjá teimum 20 ES nevndarlimunum. Og tað var ikki tespiligur lesnaður. Ákærurnar um svik, nepotismu ( vina- og kenningarpolitikkur, blðm.) og vánaliga umsiting vóru so ógvusligar, at kallað varð inn til kreppufund beinanvegin.

Danska Sjónvarpið hevði avtalað við ES nevndarlimin Ritt Bjerregaard at vera beinleiðis við í tíðindasendingini klokkan níggju danska tíð. Tað hevði Ritt Bjerregaard eisini játtað. Men tá sendingn fór í luftina, segði danski tíðindamaðurin í Bruexelles, at hann hevði fingið boð frá einum av starvsfólkunum hjá Bjerregaard, at hon fekk ikki komið. Meira varð ikki sagt.


Verri enn væntað

Roknað varð við, at frágreiðingin fór at vera tyngjandi fyri onkrar ávísar nevndarlimir. Serliga hevur verið tosað um ein franskan nevndarlim, Edith Cresson, og ein italskan, Emma Bonino, sum skulu hava verið úti um seg.

Men tá úrslitið fyrilá, gjørdist greitt, at nevndin sum heild fekk eina skortfleingju, sum hon ikki kundi standa fyri.

Serliga hava politiskir eygleiðarar heft seg við, at øki, sum nevndarformaðurin sjálvur umsitir, eitt nú trygdarpolitikkurin, fær eina rættiliga lortaspann.

Tá málið tók seg upp fyri stuttum, segði Jacques Santer, ES nevndarformaður, at fekk hann bert vanliga meiriluta í móti sær í tinginum, fór hann at leggja frá sær, hóast tveir triðingar, samb. lóg, krevjast fyri at fáa hann frá. Tá væntaði eingin, heldur ikki hann sjálvur, at frágreiðingin fór at vera so tyngjandi, sum tað nú vísir seg. Hann hevði væntað, at hann slapp við at geva onkrum einstøkum, suðureuropeiskum nevndarlimum sekkin.


Upprudding

Men nú kom rættiligur sperðil í hjá honum. Og veruleikin vísir, at nú eru tveir triðingar av tinglimunum fyri at geva nevndina durafjórðingin.

Alt mánakvøldið vóru kreppufundir í Bruxelles. Men luttakararnir vóru alt kvøldið tættir sum fløskan.

Í Keypmannahavn sat danska stjórnin um sama mundið til háborðs á Amalienborg saman við Margrethu drotning og Nelson Mandela forseta í Suðurafrika, sum er á rundferð í Norðanlondum. So haðani var ringt at fáa nakrar almennar viðmerkingar.

Tó vilja óváttað tíðindi vera við, at tað sum gjørdi munin hjá sosialdemokratunum í ES tinginum var, at Poul Nyrup Rasmussen forsætisráðharri, skuldi hava latið likið út, at hann fór ikki at mæla teimum donsku sosialdemokratunum í tinginum frá at atkvøða fyri misálitinum.

Men forsætisráðharrafrúan, Lone Dybkjær, sum er radiaklur ES tinglimur, kravdi beinanvegin, at nevndin legði frá sær.

Hinvegin helt vinstramaðurin Bertel Haarder, at teir nevndarlimirnir, sum mestu atfinningarnar hava fingið, áttu at gevast av sínum eintingum. Og harvið átti tað at verða, segði Bertel Haarder.


Onkur glotti kortini

Tað eru tó onkrir einstakir ES nevndarlimir, sum ikki eru navnnevndir í frágreiðingini. Eitt nú ein eysturríkari og so danska Ritt Bjerregaard.

Tosað verður eisini um, at øll nevndin eigur at leggja frá sær, so teir nevndarlimirnir, sum eru komnir undan við skinninum á nøsini, kunnu setast aftur í starv.

Formaðurin í størsta politiska bólkinum í ES tinginum, tann sosialistiska Pauline Green, rósti teimum fáu nevndarlimunum, sum frágreiðingin ikki húðfletti.

Men í aðrar mátar var Pauline Green ikki serliga blíðorðað við nevndina. Hon segði bart út, at um nevndin ikki av sínum eintingum leggur frá sær, verður hon rætt og slætt blakað á dyr.

Og týsnáttina boðaði Jacques Santer frá, at nevndin legði frá sær.

Í Danmark verður tosað um, at tað er als ikki vist, at stjórnin fer at skjóta Ritt Bjerregaard upp aftur, tá nýggj nevnd skal veljast. Í staðin eru nøvn sum Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri, og Marianne Jelved, búskaparráðharri, nevnd í hesum sambandi.