Kreppa í Klaksvík

Løgmanssteypið: Vágamenn, sum fríggjadagin duttu niður á aftasta sessin í bestu deildini, skelkaðu Klaksvíkina, tá tað eftir umdyst og sektasparkskapping eydnaðist at basa KÍ

KÍ-FS Vágar 2-2 (0-1) FS Vágar vann 8-7 eftir umdyst og brotsspørk


Higartil í ár hevur ikki gingist júst eftir vild hjá fótbóltshugaðu klaksvíkingum. Liðið, sum í fjør tók sær av gullmerkjunum í bæði lands- og steypakapping hevur als ikki fingið glið á spælið í ár, og hetta speglast eisini aftur í stigatalvuni, har KÍ bert hevur fingið fimm stig í fimm dystum.

Í steypakappingini hevur tó gingist nakað betri, og uttan iva vóru vónirnar hjá áskðarunum knýttar at løgmanssteypinum, har KÍ vann sín bólk, og fekk eitt á pappírinum yvirkomiligt mótstøðulið. Nevnliga niðasta liðið í fremstu deildini, FS Vágar.


Tað gekk tó ikki long tíð, áðrenn vágamenn høvdu boðað frá, at heimaliðið á ongan hátt skuldi vænta sær nakran lættan sigur og harvið atgongd til hálvfinalurnar í steypakappingini. Longu í fyrsta álopinum var um reppi, at bólturin lá í meskunum aftan fyri nýggja málverjan, men eftir nakað av trunkaspæli í brotsteiginum, fekk Zoltan Kujundzic at enda fatur á bóltinum.

Skjóta ávaringin fekk tó ikki teir á heimaliðnum at rakna við, og fyrstu 20 minuttirnar av dystinum, vóru tað ístaðin gestirnir, sum stóðu fyri mesta bóltspælinum.

Fleiri málmøguleikar spurdust eisini burtur úr trýstinum, men tá vágamenn løgdu seg á odda, var tað eftir somu uppskrift, sum hevur verið nýtt, hvørja ferð teir hava skorað í landskappingini, deyðbóltar. Horna varð skoti inn móti KÍ málinum, og bólturin var somiki nær, at hann tók í samankomingina, áðrenn hann støkk út aftur. Har stóð Hannus Olsen púra leysur, og hann langaði bóltin í málið, uttan møguleika hjá málverjanum.

Vágaliðið royndi framhaldandi at trýsta skelkaðu KÍ leikararnar, men tá hálvleikurin var á leið hálvrunnin, var tað eins og heimaliðið fekk betri fatur á.

Seinastu 20 minuttirnir gekk sostatt rættuliga javnt á, har bæði liðini stríddust fyri at fáa takið á miðvøllinum, uttan at nakrir stórvegis málmøguleikar spurdust burturúr.


Ein av stóru trupulleikunum hjá KÍ hevur higartil verið, at liðið hóast nógv spæl hevur havt sera ilt við at skapa sær nakrar upplagdar málmøguleikar, og harumframt er Kurt Mørkøre ikki longur á liðnum, til at fáa fatur á leysum bóltum, sum hann síðani fekk umskapt til mál.

Hetta var so at siga eisini gongdin sunnudagin, og tá klaksvíkingar tíðliga í seinna hálvleiki javnaðu, var tað eisini við góðari hjálp frá gestunum.

Úr vinstru sendi Heðin á Lakjuni ein høgan bólt oman móti málinum. Sum so var eingin vandi á ferð, og tey flestu mundu helst rokna við, at Remi í málinum bara skuldi út at lofta bóltinum. Hetta var helst eisini ætlanin, men landsmaður hansara, Darius, royndi eisini eftir bóltinum, og hann var so óheppin at snýta málverjan, sum hjálparsleysur mátti síggja bóltin fara í málið.

Hetta var sum vátur vøttur at fáa hjá gestunum, og næstu løtuna var tað brádliga KÍ, sum hevði greiða yvirvág í spæli. Vágaliðið royndi tó at muta ímóti, og miðskeiðis í hálvleikinum fingu teir fríspark burtur úr eini álopsroynd, og so var aftur vandi á ferð. Bólturin varð sendir inn fyri, og eftir eitt sindur av aftur og fram, gjørdist Tór-Ingar brádliga leysur, og hann ivaðist ikki, tá møguleikin beyðst.

KÍ leikararnir royndu eftir hetta at trýsta seg oman móti mótstøðumálinum, men júst sum tað at kalla sá vónleyst út hjá teimum, bragdaði knappliga. Rógvi Jacobsen sendi eina góða sending inn um vágaverjuna, har Hjalgrím Elttør dróg nøkur fet, áðrenn hann úr høgru smekkaði til har og flatt inn um handara stólpa.


Málið gav aftur nakað av andarúmi til klaksvíkingar, men hóast teir soleiðis fingu 30 eyka minuttir á vøllinum, so eydnaðist ikki at avgera dystin, og so máttu brotsspørk til.

Fyrstu royndina hjá gestunum misnýtti Ari Thomassen, og síðani skiftust liðini bæði um at skora. Fjórða brotssparkið hjá heimaliðnum varð tó misnýtt av Kristiani á Lakjuni, sum annars hevði staðið seg væl í miðverjuni, og so stóð aftur á jøvnum.

Liðini skiftust so at skjóta, til annar parturin misnýtti, og hesin lutur fall á Jan Joensen, sum sostatt gjørdist stóri syndabukkurin í Klaksvík.

Syndabukkur er kanska í so nógv sagt, men einki er at taka seg aftur í, at brotssparkskappingin er ein eirindaleysur háttur at avgera dystir uppá. Sum ein ávísur danskur álopsleikari segði fyri góðum 15 árum síðani, so er onkur noyddur at misnýta, tí leikararnir kunnu ikki skjóta brotsspørk alla náttina á tamb.

Niðurtúrurin hjá KÍ, sum annars sá út til at vera steðgaður dýra biðjudag, tykist sostatt vera fullkomin. Í løtuni eru teir tíggju stig aftan fyri oddaliðið í landskappingini, og brotsspørkini viðførdu, at teir nú hava sagt farvæl til steypið við horninum fyribils.

Vágaliðið vístu tó aftur, at teir avgjørt ikki skulu metast sum nakar dumpikandidatur, hóast verandi støðuna í botninum. Verður hugburðurin í landskappingardystunum hin sami, sum varð sýndur í Klaksvík sunnudagin, er einki at ivast í, at stigini skjótt kunnu setast inn á bók.


KÍ-FS Vágar 2-2 (0-1)

7-8 eftir brotsspørk


0-1: Hannus Olsen

1-1: Sjálvmál

1-2: Tór Ingar Akselsen

2-2: Hjalgrím Elttør


KÍ:

Zoltan Kujundzic - Niclas Niclassen, Jan Andreasen, Kristian á Lakjuni - Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Marek Wierzbicki, Heðin á Lakjuni, John Ryan - Srecko Milisivic, Rógvi Jacobsen


FS Vágar:

Remigius Mykoliunis - Emil Hentze, Zylvanuis Zudis, Darius Magdasauskas, Rimvydas Bakus - Sonni Johansen, Albert Ari Thomassen, Hannus Olsen, Tór-Ingar Akselsen - John Johansen, Birgir Joensen