Kreppan er farin at hæsa av

Altjóða fíggjarkreppan og tann evropeiska skuldarkreppan eru í ferð við at hæsa av. Tað heldur í hvussu er stjórin í danska tjóðbankanum, Niels Bernstein.

-Vit síggja, at heimurin og evrulondini eru á veg burtur úr kreppuni, og at viðurskiftini á tí fíggjarliga økinum eru eisini í ferð við at rætta seg aftur, segði tjóðbankastjórin á tíðindafundi í Keypmannahavn fyrrapartin. Eitt prógv fyri hesum seinasta er sambært tjóðbankastjóranum, at danskir bankar kunnu aftur læna pengar á altjóða marknaðinum nú, hóast hetta bara er galdandi fyri teir stóru bankarnar enn.

Danskir politikarar og búskaparfrøðingar hava leingi tosað um, at danir goyma sínar pengar heldur enn at brúka teir, so meiri ferð kann koma á búskapin. Í 2011 minkaðí danska nýtslan 0,2 prosent, men Niels Bernstein segði á tíðindafundinum, at nýtslan fer at veksa í ár og tey næstu árini. Í ár verður vøksturin 1,1 prosent og síðani 1,7 prosent.