Kreppan í Samgonguni: Okkurt var kanska betri ósagt

Nú skulu vit hava eina tíð at køla okkum niður í, sigur løgmaður

##med2##

 

Tað ber ikki til, at landsstýrisfólk fara inn og út úr samgonguni, alt eftir hvørji mál eru fyri. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, við FM1 eftir at Løgtingið hevur samtykt málini um sammóður.

 

Bárður á Steig Nielsen sigur, at nógv er sagt í hesum málið, og sumt var kanska betri ósagt. Og nú heldur hann, at flokkarnir í samgonguni eiga at fáa eina tíð at køla seg av í, og so verður støða tikin til, hvussu farast skal fram.

 

Hann ivast í, um ein niðurstøða verður tikin fyri jól – men tað skulu ikki vera nógvir dagar vera farnir av nýggja árinum, áðrenn ein avgerð er tikin.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvussu løgmaður sær upp á støðuna í samgonguni beint nú.