Hetta var ikki demokratiskt. Tað sigur Brandur Sandoy, sum hevur verið tingmaður fyri Fólkaflokkin. Tað var hann til í gjár, tá ið hann varð offraður í eini roynd at forða fyri, at uppskotinum um sammøður vórðu samtykt. Fyri at forða fyri, at uppskotið varð samtykt, søgdu Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Jákup Vestergaard, landsstýrissessin frá sær og tóku sæti á tingi. Avleiðingin av tí var, at Annika Olsen og Brandur Sandoy ruku úr Løgtinginum og eru ikki tingfólk longur.
Men ein annar tingmaður fyri Fólkaflokkin, Heðin Zachariasen hevði ein trumf í ermuni, tí hann er so misnøgdur við framferðina, at hann bað um farloyvi og so slapp Annika Olsen aftur á ting í gjár.
Les meiri um tað her: Hetta vil eg ikki vera partur av
Brandur Sandoy sigur ásannar, at eftir lógarinnar bókstavi er einki skeivt farið fram – men hann heldur ikki, at tað, sum flokkur hansara gjørdi í gjár, varð rættiliga demokratiskt. Og hann skilur rætt og slætt ikki tað, sum fór fram, tí leiðslan í Fólkaflokkinum visti longu av frammanundan, at hetta fór at verða úrslitið. Hann váttar, at Heðin Zachariasen boðaði frá frammanundan, at søgdu landsstýrisfólkini sessin frá sær, fór hann at biðja um farloyvi.
– Hetta var at skjóta seg ordiliga í fótin, tí hetta var ein stórur feilur, sigur fyrrverandi tingmaðurin fyri Fólkaflokkin.
Umframt hetta málið, arbeiðir landsstýrið við einum samferðslupakka, sum Jørgen Niclasen legði fram herfyri. Ein partur av honum er, at tað skal vera ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, men samstundis verður tað dýrari at flyta farm ímillum Suðuroy og Havnina.
Brandur Sandoy hevur boðað frá, at hann tekur ikki undir við, at tað verður bíligari hjá summum, men at onnur skulu rinda meiri. Hann vil heldur hava eina heildarloysn fyri alt landið.
Men Brandur Sandoy er vísur í, at hetta er ikki orsøkin til, at Fólkaflokkurin hevur telvað hann úr Løgtinginum. Tað fái eg meg ikki at trúgva, sigur hann. Hann heldur, at hetta snúði seg bara um málini um sammøður.
Vit hava meiri seinni.