Kreppan í United heldur fram

Premier League: Arsenal er enn í stríðum um at røkka Champions League

Fyrsti dysturin í 33. umfari í Premier League gav enn eina ábending um, at nýggi venjarin hjá Manchester United, Erik ten Hag, hevur eitt rúgvumikið arbeiði fyri framman. Manchester United tapti 3-1 móti Arsenal.

 

Heimaliðið kom á odda longu aftaná tveir minuttir við máli frá Nuno Tavares. Tá ein hálvur tími var spældur økti Bukayo Saka við brotssparki. Cristiano Ronaldo minkaði um munin fyri gestirnar úr Manchester, sum vístu gott spæl eina løtu.

 

Bruno Fernandes fekk gylta møguleikan at javna, men hann sendi brotssparkið við síðuna av. Granit Xhaka og hinir í Arsenal takkaðu fyri og skoraðu til 3-1 upp á flott langskot. Arsenal kann enn røkka Champions League fótbólti komandi kappingarár, men tað sær svart út hjá Manchester United.

 

  LUJTMörkStig
1Man City32245375:2077
2Liverpool32237283:2276
3Chelsea31188566:2762
4Arsenal331931152:4060
5Tottenham321831156:3857
6Man Utd341591053:5154
7West Ham331571152:4352
8Wolves321541333:2849
9Leicester311181247:5141
10Brighton339131129:4040
11Newcastle3310101337:5540
12Brentford331161641:4939
13Southampton339121238:5439
14Crystal Palace328131143:4137
15Aston Villa311131742:4636
16Leeds32891538:6833
17Everton31851834:5329
18Burnley325131428:4528
19Watford32642230:6222
20Norwich City32562122:6621