Kreppan skal loysast

VB-B68:
VB tykist í løtuni vera fullkomuliga fyri ongum, og so er spurningurin, hvørt hetta fer at gagna toftamonnum

Upptakt

Hýrurin er í botni í Vági í hesum døgum. Ein meira enn lúrandi kreppa tykist vera í fyrstaliðshópinum hjá VB, spælarar hava hótt við at rýma og fara í onnur feløg, og hetta hevur eisini verið eyðsæð í spælinum á vøllinum.
Hóskvøldið fingu teir rættiliga bank í Gundadali ímóti HB, og hóast tað var talan um dyst í steypakappingini, so skerst ikki burtur, at slík tap seta síni merki í sjálvsálitið hjá leikarunum.

Álopsparturin skerdur
Tí er lítið at ivast í, at VB í løtuni er til at tosa við á heimavølli, og so er spurningurin, hvørt toftamenn klára at gera sær dælt av hesum.
Bæði liðini vóru tapandi hálvfinalistar hóskvøldið, men mett frá avrikunum tá, so eru tað tó toftamenn, sum eru munandi betri fyri, tó at teir hava eina hálva kreppu í álopspartinum.
Møguliga er Marcello tó í ferð við at loysa hesa. Hann kom á vøllin í seinna hálvleiki móti NSÍ og skoraði eitt vakurt mál, so møguliga verður hann við frá byrjan hesaferð.
Tað verður Hans Fróði Hansen helst eisini, hóast hann hevur ein minni skaða at dragast við, men hinvegin sær verri út hjá Jan Petersen. Hann noyddist av vøllinum hóskvøldið, og í skrivandi løtu er sera ivasamt, um hann fær tikið lut í nøkrum dysti sunnudagin.

Svara teir aftur
Hjá VB eru tað ikki so nógv skaðar, sum gera um seg, men sum kunnugt er talan um mannfall kortini. Kanska verður størsti spurningurin hesaferð, hvussu álopsparturin á liðnum fer at síggja út. Har hevur Robert Ciezlewicz havt sera ilt við at vinna sær pláss í verjukendu útgangsstøðuni hjá liðnum, men tað er tó ikki óhugsandi, at hann fer at fáa møguleikan frá byrjan á heimavølli.
Og so er heldur ikki óhugsandi, at VB brádliga fer at reisa seg. Teir hava mangan áður treiskast, tá mest hevur staðið á, og ivaleyst eru toftamenn eisini somikið royndir, at teir ikki á nakran hátt rokna við nakrari lættari uppgávu á Eiðinum, tí tað er hon sjáldan.