KÍ-FSV:
Upptakt
Tað stendur einki til hjá teimum báðum mótstøðuliðunum, sum hittast í Klaksvík sunnudagin. Hjá báðum pørtum eru málini at kalla rapaðið inn seinastu dystirnar, og meðan vágamenn longu hava sent sín venjara til hús, tykist Tomislav Sivic at sita hampuliga leysur í sínum sessi eftir seinastu stórtapini.
Moyrir unglingar
Einki er at ivast í, at eitt tap móti vágamonnum fer at gera ágangin móti jugoslavanum enn harðari, men hinvegin munnu tey fægstu ivast í, at KÍ fer á vøllin sum stórfavorittur móti vágamonnum.
Hinvegin er heldur einki dulsmál, at klaksvíkingar í løtuni hava stórar trupulleikar, tí hópurin sum so er rættiliga tunnur. Allan Joensen og Tomislav Sivic hava báðir sitið uttan fyri við skaða, og væntandi verður hvørgin teirra tøkur sunnudagin. Ovi Nysted var við móti B36 fyri fyrstu ferð í fleiri dystir, men eisini hann verður mettur sera ivasamur, og har afturat er Fríðin Ziskason leikbannaður.
Fyri stóran part av hinum leikarunum er galdandi, at talan er um sera ungar leikarar. Fleiri somikið ungir, at teir eisini hava aldur til unglingafótbólt, og hetta ger, at dystartalið hjá teimum verður sera stórt. Um talan er um rovdrift ella ikki, skal ikki verða staðfest her, men undir øllum umstøðum er talan um harðan kost fyri ungu leikararnar, og hjá summum teirra tykist møðin nú eisini at vera sjónlig.
Ikki betri statt
Hevur skorist illa hjá KÍ, so er støðan ikki pettið betri í vágoynni. Síðani teir í øðrum umfarinum vunnu á sandoyingum, hevur einki borið til hjá vágamonnunum, og málini hava at kalla skramblað inn.
Eftir mettapið fyri B36 fekk hetta vágamenn at skifta venjaran út, soleiðis at tað nú eru teir báðir, Albert Ellefsen og Jonhard Joensen, sum sita við stýrisvølin.
Enn er úrtøkan so ikki batnað, og vágamenn eru eisini greiðir um, at teir á ongan hátt eru favorittar, nú farið verður til Klaksvíkar.
Fólkið hjá vágamonnum til uppgávuna er á leið tað, sum roknast kann við. Birgir Joensen fekk reytt seinast, og er tí leikbannaður, men annars eru allir mans tøkir. Hvørt hetta so er nóg mikið til at gera ein vørr í Klaksvík kann bert tíðn vísa.
Eitt tykist tó vist undan dystinum. Bæði liðini fara uttan iva at stríðast av øllum alvi, soleiðis at sleppast kann undan kreppuprátinum, sum hevur eyðkent bæði liðini seinastu vikurnar.