Høvdu ES-londini ikki samtykt tann stóra kreppupakkan, høvdu vit fingið eina búskaparliga vanlukku í Evropa. Tað sigur franski fíggjarmálaráðharrin, Christine Lagarde, við franska blaðið Les Echos í dag.
-Øll, eisini eg sjálv, vistu, at tað bleiv ein vanlukka, um vit ikki kundu semjast. Tey búskaparligu sjúkratekin, sum vit sóu undan kreppuni í 2008, vóru eisini farin at vísa seg nú, sigur hon.
Kreppupakkin skal fyrst og fremst forða fyri, at kreppan í Grikkalandi skal breiða seg til lond sum Portugal og Spania. Men Christine Lagarde leggur dent á, at tað er ikki nóg mikið við einum tílíkum neyðpakka.
-Vit mugu finna reglur, sum skulu forða fyri, at slíkt hendir aftur, sigur hon við Les Echos.