Krepputekin í Liverpool – bukaðir av í Napoli

Champions League: Liverpool nærkast kreppu, Robert Lewandowski skoraði hattrik og Atletico Madrid vann í 101. minutti

Restin av 1. umfari í bólkaspælinum í Champions League hevur verið í kvøld. Liverpool tapti heili 4-1 móti Napoli og tað eru krepputekin í Liverpool. Liðið spælir illa og tað kundi tað sama verið 5-0 í hálvleikinum á Diego Armando Maradona leikvøllinum í suðuritalia.

 

Bólkur A:

 

Fyrsti dysturin var í Amsterdam, har Ajax vann greiðan 4-0 sigur á skotska Rangers. Tað var 3-0 í hálvleikum, áðrenn Steven Bergwijn setti punktum í seinna hálvleiki við máli til 4-0.

 

Í hinum dystinum vann Napoli 4-1 á Liverpool á nýnevnda Diego Armando Maradona leikvøllinum í suðuritalia. Heimaliði var greitt omaná frá byrjan. Piotr Zielinski byraði ballið við brotssparksmáli til 1-0 longu í fimta minutti. Løtu seinni var aftur brotsspark, men annars væl spælandi Victor Osimhen brendi.

 

Tað bleiv 2-0 stutt seinni Andre Zambo Anguissa bliv spældur leysur í vinstru, og 3-0, tá innskifti Giovanni Simeone kundi prika bóltin í málið úr stuttari fjarstøðu. Liverpool skifti í miðverjuni í hálvleikinum, men tað gingu bara tveir minuttir, so var 4-0. Luis Diaz minkaði um munin, men Napoli var nærri at økja samanlagt, enn Liverpool at skora.

 

Bólkur B:

 

Atletico Madrid vann 2-1 á heimavølli móti FC Porto. Fyrsta leiðslumálið kom ikki fyrr enn ein minutt fyri tíð, men við einum manni í undirtal megnaði FC Porto at javna við brotssparki í yvirtíðini. Tá klokkan vísti 101 minutt stútaði Antoine Griezmann bóltin í málið til 2-1.

 

Belgiska Club Brugge vann 1-0 á týska Bayern Leverkusen. Heimaliðið fær sjáldan sigrar í bólkaspælinum, men tað eydnaðist í dag. Bayern Leverkusen er í kreppu.

 

Bólkur C:

Bayern Munchen vann stórdystin í bolki C móti Inter Milan í Italia. Leroy Sane skoraði fyrst, og seinna málið var eitt sjálvmál. Við sigrinum er Bayern Munchen favorittur at vinna annað av plássunum í toppinum.

 

Inter Milan skal nú kappast við FC Barcelona um hitt plássið, eftir at FC Barcelona vann 5-1 á Viktoria Plzen. Robert Lewandowski skoraði hattrik, meðan Franck Kessié og Ferran Torres fingu eitt í part.

 

Bólkur D:

 

Tottenham fekk eina góða byrjan upp á Champions League bólkaspælið við einum 2-0 sigri á franska Marseille í London. Richarlison skoraði bæði málini, eftir at gestirnir fingu ein spælara útvístan.

 

Sporting Lisbon vann heili 3-0 á útivølli móti Europa League vinnarunum úr Eintracht Frankfurt. Á Deutsche Bank Park skroaði Sporting tríggjar ferðir í seinna hálvleiki.

 

Nýtt umfar verður um eina viku.