Ein kvinna luftar hundin í Heraklion á Kreta. Liturin á himmalinum kemst av einum dust-og sandstormi, sum litaði himmalhválvið reytt og reyðgult

Kreta: Veður­fyri­brigd­ið litaði himm­al­in reyðan

- Eg fekk blóðreyð eygu av at vera úti í bert fimm minuttir, og nøsin gjørdist tipt, sigur ein lokalur, sum útlendskir miðlar hava skift orð við

Ein kvinna luftar hundin í Heraklion á Kreta. Liturin á himmalinum kemst av einum dust-og sandstormi, sum litaði himmalhválvið reytt og reyðgult

Mikudagin gjørdist himmalin yvir pørtum av Kreta reyður og reyðgulur,  og orsøkin var eitt serligt veðurfyribrigdi.

 

Osøkin til fyribrigdið var ein sandstormur. Avleiðingin var, at fleiri flogferðir vórðu steðgaðar - ella umskipaðar til aðrar flogvallir.

 

Tey lokalu í økinum siga, at hetta er ringasti sandstormur á leiðini í 30 ár.

 

- Eg fekk blóðreyð eygu av at vera úti í bert fimm minuttir, og nøsin gjørdist tipt. Tú sást sandin flyta seg í luftini, sigur ein lokalur við útlendskar miðlar.

 

Í dag er himmalin yvir økinum bláur aftur, siga tey lokalu í økinum, har veðurfyribrigdið sást serliga væl á miðjarðarhavsoynni í gjár.

 

Millum miðlarnar, sum bera hesi tíðindi í morgun, er eitt nú www.tv2.no

 

 

 

 

 

 

 

Ein kvinna luftar hundin í Heraklion á Kreta. Liturin á himmalinum kemst av einum dust-og sandstormi, sum litaði himmalhválvið reytt og reyðgult