Kreva 1000 fangar fyri ein hermann

Palestinski felagsskapurin Hamas vil hava 1.000 palestinskar fangar úr ísraelskum fongslum í býti við ísraelska hermannin Gilad Shalit, sum víðgongdir palestinar burturfluttu tann 25. juni í 2006, og sum hevur verið fangi hjá Hamas síðani.

Ísraelsku myndugleikarnir hava fleiri ferðir roynt at fáa Hamas at lata tann nú 24 ára gamla hermannin leysan, men til fánýtis. Hinvegin hevur Hamas almannakunngjørt tvær ljóð- og sjónbandsupptøkur við hermanninum, og hann er sloppin at senda familjuni trý brøv hesi árini.

Í gjár almannakunngjørdi Hamas eina sjónbandsupptøku afturat við Gilad Shalit og ísraelska flogskiparanum Ron Arad, sum hvarv í Libanon fyri 20 árum síðani. Á upptøkuni gjørdi Hamas greitt, at hermenninir sleppa ikki leysir, fyrr enn Ísrael gongur við til at lata 1.000 palestinskar fangar afturfyri.

Næstringarnir hjá Gilad Shalit leggja Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra undir at hava forðað fyri framstigum í royndunum at fáa hann leysan. Tey vilja vera við, at Ehud Barak, verjumálaráðharri, hevur sagt teimum, at hann tekur undir við at lata fangarnar leysar í býti við Gilad, men at Netanyahu sigur nei.