Sumba:
Træta hevur nú tikið seg upp ímillum Sumbingar og vágbingar um, hvør av teimum skal eiga grótið, sum varð sprongt úr Sumbiarbergholinum.
Grótið, sum varð sprongt úr bergholinum liggur í Lorpanseiði, men nú hevur træta tikið seg upp um, hvør av teimum báðum grannakommununum, Vágur ella Sumba, hevur rættin til grótið.
Landsverkfrøðingurin hevur játtað Vágs kommunu grótið til at brúka til kommunalar útbyggingar, eitt nú til at fylla út framvið sjónum fyri at gera havnalagið størri.
Men Sumbiar Kommuna tvíheldur um, at Landsverkfrøðingurin hevði longu frammanundan játtað Sumbiar kommunu rættin til grótið.
Málið var fyri á bygdaráðsfundi í Sumba mánakvøldið
Bygdaráðið heldur, at Landsverkfrøðingurin kundi ikki lova grótið burtur tvær ferðir, men av tí at avtalað varð gjørd við Sumbiar Kommunu fyrst, er tað tann avtalan sum er galdandi og ikki avtalan, sum seinni er gjørd við Vágs Kommunu.
? Landsverkfrøðingurin hevur m.a. boðað frá, at hann heldur, at grótið kemur betri til nyttu aðrastaðni (í Vági, blm), tí Sumbiar Kommuna hevur onga ítøkiligar ætlanir um utbyggingar, har brúk er fyri tí, upplýsti borgarstjórin, Jacob Vestergaard.
Men hetta vil bygdaráðið ikki góðtaka, tí tey halda ikki, at Landsverkfrøðingurin eigur at leggja seg út í, nær kommunan byggir út.
Borgarstjórin sigur, at tað er eisini brot á gamla siðvenju at lata grótið aðrar vegir.
? Landsverkfrøðingurin hevur altíð havt tað siðvenju, at í sambandi við tunnilsgerðir eigur kommunan, sum arbeitt verður í, eisini grótið, sum er sprongt burtur.
Sakførari kannar málið
Á fundinum mánakvøldið gjørdi bygdaráðið av at gera tað, sum gerast kann fyri at Sumbiar Kommuna skuldi fáa grótið.
Eitt nú hevur kommunan biðið sakførara kanna málið.
Avtalan ímillum Landsverkfrøðingin og Sumbiar Kommunu um grótið, er ikki skrivlig, men munnlig.
?Men ein munnlig avtala er líka nógv verd sum ein skrivlig avtala, er niðurstøðan hjá sakførararanum hjá kommununi .
Bygdaráðið skal nú senda sakføraranum ymisk skjøl, eitt nú gerðarbøkur hjá bygdaraðnum, har ymisk mál eru umrøtt á fundi útfrá teirri fortreyt, at avtalað er við Landsverkfrøðingin um at fáa grótið.
Og tað hevur tað verið oftani, varð upplýst á bygdaráðsfundinum.
Hetta skal gerast fyri at undirbyggja, at Landsverkfrøðingurin hevur gjørt avtalu við Sumbiar Kommunu um at hon skuldi fáa grótið.
Fáa 20.000 kubikk
Mett verður, at tilsamans eru tað eini 100.000 kubikk av gróti, sum liggja í Lopranseiði.
Hvussu nógv av tí, sumbingar fáa er enn ógreitt.
Tað einasta, sum er greitt, er, at teir nú fáa 20.000 kubikk, tað hevur kommunan fingið skrivligt loyvi til frá Landsverkfrøðinginum.
Grótið skal brúkast til at fylla upp framvið havnalagnum í Lopra, har brúk er fyri størri keiøki.
Men kommunan hevur brúk fyri øllum grótinum, tí metingar vísa, at skal alt tað fyllast út, sum kommunan ætlar, verða tað brúk fyri 120.000 kubikkum av gróti, tí tað er rættiliga djúpt ov víðført.
Jacob Vestergaard sigur, at tað er brúk fyri at gera havnalagið størri, fyri at skapa møguleikar til at byggja virki, um áhugi er fyri tí.
Á fíggjarætlanini komandi ár er ætlanin at seta 450.000 krónur av at koyra tey 20.000 kubikkini av Lopranseiði oman í Havnina.
Men sum eitt lið í arbeiðnum at bøta um havnalagið, er tað eisini eitt uppskot í fíggjarætlanini, at seta 100.000 krónur av til at asfaltera vegin í Ónavík, har havnin er í Lopra er og harumumframt er ætlanin at seta 175.000 krónur til at stoypa eitt stykki niðri á havnalagnum, sum frammaundan er planerað.