Í Danmark hevur stjórnin hótt við at fremja tann nógv umrødda kommunubygnaðin, sjálvt um Sosialdemokratarnir hava vent ætlanini bakið. Tá samráðingarnar slitnaðu í síðstu viku, segði stjórnin, at so fór hon at fremja ætlanina saman við Danska Fólkaflokkinum.
Men tað vilja teir donsku borgarstjórarnir ikki. Ein spurnarkanning hjá Jyllandspostinum vísir, at 92 prosent av teimum spurdu borgarstjórunum vilja hava eina breiða semju um kommunubygnaðin. Tað merkir, at teir vilja hava stjórnina at semjast við Sosialdemokratarnar heldur enn Danska Fólkaflokkin. Meiri enn helmingurin av borgarstjórunum siga samstundis, at semjast stjórnin og Sosialdemokratarnir ikki, eigur stjórnin at útseta ætlanina.
Um tað var hendan kanningin, sum var orsøkin, er ikki greitt, men mikukvøldið sendi stjórnin boð eftir Sosialdemokratunum, og tann fyrsti fundurin verður fríggjadagin. Sosialdemokratarnir hava sagt, at fáa teir ikki nakrar broytingar í uppskotið, fara teir at rætta bygnaðin aftur, koma teir í stjórn aftan á næsta val.