Kravið er fyrst og fremst, at vit skulu hava eina lønarhækking, sum merkist. Tað er boðskapurin frá formanninum í Starvsmannafelagnum í dag, nú felagið og Fíggjarmálaráðið eru farin undir samráðingar um ein nýggjan sáttmála.
Á tí fyrsta fundinum í dag hava Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið handað hvørjum øðrum krøvini til ein nýggjan sáttmála og tá ið partarnir hava sett seg inn í krøvini hjá hvørjum øðrum, byrja tær veruligu samráðingarnar og tað verður helst í næstu viku.
– Tað eru góðar tíðir í Føroyum, og búskaparligu útlitini eru eisini góð. Hetta skal nú merkjast aftur í lønini hjá vanligu limunum í Starvsmannafelagnum, sum avgjørt ikki eru millum tey hægst løntu í landinum, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum
– Vit vilja bara hava, at tað skal loysa seg at arbeiða, eisini hjá limunum í Starvsmannafelagnum, leggur hann afturat, og tí er kravið, at limirnir í Starvsmannafelagnum skulu hava eina lønarhækking, sum merkist, sum hann tekur til.
Eitt av høvuðskrøvunum er eisini, at starvsfólk við bachelorútbúgving verða javnsett við bachelorar í øðrum feløgum.
– Bachelorar í fleiri feløgum hava seinastu árini fingið munandi lønarhækking og tíðin er komin til, at starvsfólk við bachelorútbúgving í Starvsmannafelagnum verða javnsett við aðrar bachelorar, og fáa eina løn, sum svarar til teirra fakligu útbúgving, sigur Súni Selfoss.
– Lat tað vera sligið fast, at tað er einki B-lið fyri bacelorar. Okkara bachelorar hava brúkt líka nógva tíð, orku og pening til sína útbúgving sum aðrir bachelorar.
– Teir eru líka nógv verdir og skulu sjálvsagt hava eina løn, sum svarar til teirra fakligu útbúgving. Tað skal loysa seg at taka eina bachelorútbúgving, eisini hjá limunum í Starvsmannafelagnum, sigur hann.
Eisini hesa ferð er Starvsmannafelagið fyrsta fakfelag, sum fer til samráðingar um sáttmála fyri eitt nýtt sáttmálskeið. Ofta verður sagt, at sum fyrsta felagið leggur Starvsmannafelagið karmin fyri, hvat ið onnur kunnu fáa.
Men hesum noktar Starvsmannafelagið at taka ábyrgdina av.
– Tað er týdningarmikið, at sláa fast, at vit bert samráðast vegna limirnar í Starvsmannafelagnum. Feløg hava ymisk áhugamál, og krøvini kunnu vera so ymisk. Vit leggja ikki lønarkarmin fyri onnur fakfeløg, men fyri okkum sjálvi, sigur hann.
Verandi sáttmáli er ein tvey ára sáttmáli, sum varð sagdur upp til 1. oktober. So leingi samráðingar eru um nýggjan sáttmála, heldur galdandi sáttmáli fram.