Krevja nýtt nevndarbýti

Rok var í tinginum í dag, tá andstøðan ákærdi samgonguna fyri brot á tingskipanina og galdandi siðvenju.

Løgtingsfundurin í morgun var tann fyrsti síðani Annika Olsen legði frá sær sum forkvinna í fíggjarnevndini. Tað eyðmerkti eisini fundin, ið gjørdist til ein av teimum meira lívligu, tá løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, læs eitt skriv upp frá valbólkinum hjá samgonguni, at tey hava valt Ruth Vang sum nýggjan fíggjarnevndarformann.


Hetta leyp øði í grindina, og andstøðan ákærdi alt fyri eitt samgonguna fyri brot á tingskipanina og galdandi siðvenju. Løgtingsformaðurin vardi seg við, at hann einans helt seg til tulkingina hjá løgtingsumsitingini, men tað sissaði ikki andstøðuna, ið vísti á, at ein tílík roynd at býta nevndarsessir uttanum løgtingið aldrin áður var roynd. Millum annað varð víst á, at tá ABH-samgongan býtti út í fíggjarnevndini, soleiðis at Janus Rein tók sæti fyri Jákup Mikkelsen, so mátti løgtingið atkvøða um tað.


Tískil heittu tríggir andstøðuflokkar, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin, á løgtingsformannin, um at seta eitt nýtt nevndarbýti á skrá til næsta tingfund.


Ósemjan botnar seg í avgerðini hjá Annika Olsen, tingkvinnu, tá hon boðaði frá, at hon tók seg úr Framsókn og legði formanssessin í Fíggjarnevndini frá sær. Avgerðin var so mikið óvanlig, at óvissa stakk seg upp um hvussu formanssessurin hjá Anniku Olsen í fíggjarnevndini skuldi býtast, tá hon legði hann frá sær.


Samgongan helt beinanvegin fast uppá, at tað er valbólkurin, ið eigur sessin, ið kann tilnevnda ein nýggjan formann.


Andstøðan vísti hinvegin á, at tað er ivasamt um tað yvirhøvur ber til sambært galdandi lógum, at ein tinglimur kann trekkja seg úr eini nevnd, og vísti á, at tað altíð hevur verið siðvenja, at løgtingið atkvøður um broytingar í nevndum.