Krevjandi leiklist á Meiarínum

Leikurin Eg taki tína hond í mína krevur nógv av leikarum og áskoðarum. Spurningurin er, hava vit áskoðaragrundarlag fyri slíkum leikum í Føroyum?


Sjónleikurin Eg taki tína hond í mína... er ein intellektuell kærleikssøga, yrkt við støði í umfatandi brævaskiftinum millum hjúnini Anton Tjekkov og Olgu Knipper um aldaskiftið 1900. Leikurin er áhugaverdur og krevjandi, bæði fyri leikarar og áskoðarar, tí umframt kærleikssøguna snýr hann seg um leiklist sum so: um at skriva sjónleik, um at spæla sjónleik og um at leikstjórna sjónleik.
Leikritið hjá Carol Rocamora minnir meira um eina skitsu til leik, heldur enn eitt liðugt leikrit, og av tí sama fær ein sum áskoðari onkutíð eina kenslu av, at leikararnir venja leikin. Lopið verður soleiðis aftur og fram í tíð, og hesi skift rigga avbera væl og geva eina góða effekt í eina annars óspennandi søgugongd. Einu løtuna eru vit í Russlandi fyri hundrað árum síðan, næstu eru vit á palli í nútíðini, har sjónleikarar venja sjónleikin. Soleiðis upploysist bæði tíð og markið millum fiktión og veruleika.
Metasjónleikur av hesum slag setir stór krøv til áskoðaran, so stór, at hevur tú ikki eitt sindur av leiklistaligum ástøði í skjáttuni, ber illa til at skilja alt tað til fulnar, ið fer fram á pallinum. Hví tosa tey ofta í gákin hvør á øðrum? Hví lurta tey ikki hvør eftir øðrum? Hví er pallmyndin so fátæk og ópyntað? Og so framvegis.
Kærleikssøgan millum tey bæði er universel og romantisk, men avgjørt ikki nóg spennandi til at halda einum heilum leiki uppi. Fyri at hesin leikurin tí ikki skal standa ella falla við avrikum leikaranna, er tað tí eitt krav, at áskoðarin kennir til bæði skaldskapin og lívið hjá Tjekkov og leiklistaástøðið hjá Stanislavski leikstjóra, sum eisini eitt høvuðsevni í leikinum. Í grundini løgdu teir báðir í felag lunnarnar undir modernaðu leiklistina, serliga tað absurdu, og tí er tað sjálvandi ongin tilvild, at hesin leikurin er skrivaður og settur upp, sum hann er. Spurningurin er tí: hvussu nógv í Føroyum megna at fylgja við í øllum tí, sum leikurin hevur at bjóða, onnur enn tey, ið fáast við sjónleik hvønn dag, tað vil siga sjónleikarar, leikritahøvundar og leikstjórar?
Tí kemst ikki uttanum, at leikurin júst stendur og fellur við einari tunnari kærleikssøgu og so avrikum leikaranna. Og her er tíbetur nógv gott at vísa á, sum avgjørt ger sjónleikin verdan at síggja, men tó ikki fullkomnan.
Bara tað at sleppa at síggja Olaf Johannesen á føroyskum palli er stórt, og í hesum leiki vísir hann væl og virðiliga, hví hann er ein av mætastu sjónleikarunum í kongaríkinum. Hann hevur fult tamarhald á leiklutinum sum Tjekkov, og hann hevur nøkur amboð sum sjónleikari fram um flestu aðrar, sum gera, at hann megnar at eggja fram nemandi kenslur, so sum sorgblídni og samhuga, við at halda aftur, soleiðis at nærum øll tulking fer fram í høvdinum á áskoðarunum. Tað er sjónleikur, tá hann er bestur. Og um nakar skuldi ivast í, um Olaf megnar tað føroyska málið til fulnar, havi eg avgjørt onki at finnast at um tað heldur. Tað er onki minni enn ein fragd at síggja og hoyra hann.
Marita Dalsgaard megnar eisini sum heild at raka tann ógvuliga fína, men tó sjónliga strongin, sum gevur leiklutinum sum Olga lív og litir, men tað er sjónligt, at hon hevur verri við at halda aftur, har tað krevst, og tað órógvar onkuntíð upplivingina. Kanska er tað ein størri avbjóðing fyri ein sjónleikara sum Maritu at spæla Olga, enn tað er fyri Olaf at spæla Tjekkov, tí Marita tykist hava eitt nógv meira útfarandi lyndi, og tað ger tað sjálvandi dupult trupult at leggja á seg tey bond, sum ein slíkur leiklutur krevur. Marita kemur eisini nógv best frá síni uppgávu í sjónleikinum, tá hon leikar aðrar leiklutir enn Olgu, tað vil siga, tá hon rætt og slætt leikar leiklutin sum sjónleikarin, sum skal leika Olga  ella við øðrum orðum: tá Marita leikar seg sjálva.
Sum heild koma tey bæði tó væl frá uppgávuni. Bara tað at halda áskoðarunum til í hálvanannan tíma, hjá tveimum leikarum við nærum ongari pallmynd, er eitt avrik, sum hevur stóra virðing uppiborna. Í løtum hoyrdist illa, hvat leikararnir søgdu, men tað munnu tey hava fingið í rættlag síðan fyrstu sýningina.