Fuglafjørður: - Eg hevði annars kastað meg yvir málningalistina. Men tá eg varð biðin at gera pallmyndina til Emil, játtaði eg beinanvegin, sigur kendi pallsmiðurin.
Hann hevur frammanundan gjørt pallmyndir til aðrar leikir um typurnar hjá Astrid Lindgren – til dømis Pippi, Ronju og Brøðurnar Leyvuhjarta.
Tí var tað á ein hátt rættiliga upplagt, at Klaksvíkar Sjónleikafelag vendi sær enn einaferð til hansara við sama fyrispurningi sum so mangan áður!
- Mær dámar væl hesa søguna um Emil. Hon hevur eitt høgt støði í barnabókmentum, men krevur tí eisini tilsvarandi meiri av mær sum pallsmiði.
- Hetta er eitt tíðarkrevjandi, men sera spennandi arbeiði. Eg havi fingið góða hjálp til arbeiðið, og uttan tað hevði verið trupult at rokkið hesum úrslitinum, sum tú nú sært her á pallinum, sigur Edvard Fuglø. Og hann leggur aftrat:
- Enn er nakað eftir, men vit verða liðug til hósdagin í komandi viku!
Seinnapartin í gjár stríddist Edvard sjálvur við at mála inni í bóndagarðinum, meðan hjálparmaður hansara, Kári Øster úr Havn gjørdi nøkur portur.
Borgarstjóri
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Emil úr Lønnebergi verður framførdur á onkrum palli kring heimin. Tað finnast fleiri leikrit út frá bókini, og hevur Klaksvíkar Sjónleikafelag valt eitt teirra.
- Hetta er í roynd og veru ein deluxe-útgáva, sigur Edvard Fuglø.
Hetta er sama leikrit, sum sjónleikarhúsið í Århus gav til børnini í býnum, tá næststørsti býurin í Danmark hevði stóran føðingardag fyri nøkrum árum síðani.
Tað krevur sítt at skriva eitt leikrit úr bókini, men tað krevur so sanniliga eisini sín mann at gera enn eina pallmynd. Her í Mentanarhúsinum í Fuglafirði gongur sjón fyri søgn, at pallmyndin hevur verið í kønum hondum, eins og tey ið millum annað fáast við ljósið, ljóðið og búnarnar.
- Eg kenni væl innihaldið í bókini, og henda pallmyndin er tí mín hugmynd av umstøðunum á bóndagarðinum Kattholti, sigur Edvard.
Við innihaldinum í hug hevur Edvard gjørt sítt til at vísa, hvussu tann kreativi, hjartagóði og annars so buldrasligi Emil at enda verður borgarstjóri í heimbygdini.
- Emil hevur eitt stórt hjarta og ynskir bara tað góða. Men timing hansara kundi helst verið betri!