Pia Larsen, framsøgukvinna hjá Vinstraflokkinum í bankamálinum, heldur fast við kravið um, at danska stjórnin skal koma við tølum, ið greitt siga, hvussu nógv føroyska bankamálið hevur kostað.
? Hetta haldi eg, vit skylda bæði danska skattgjaldaranum og føroysku borgarunum, sum nú í fleiri ár hava bíðað eftir at fáa svar upp á hetta. Men hetta svar fylgdi ikki við avtaluni millum donsku stjórnina og landsstýrið.
Ongin spesifikatión
Danska fólkatingskvinnan sigur við Sosialin, at fyri Vinstra er kjarnin í málinum ikki, um føroyingar hava fingið ov nógv ella ov lítið. Hinvegin heldur hon, tað er umráðandi at halda fast um upprunaliga spurningin í øllum bankamálinum, sum snúði seg um, hvat føroyingar møguliga vóru snýttir fyri, tá landsstýrið keypti partabrøvini í Føroya Banka í 1993.
? Men samstundis sum avtalan varð skrivað millum donsku stjórnina og landsstýrið avtalaðu partarnir eisini, at onki skuldi spesifiserast. Og tað halda vit ikki er rætt.
Pia Larsen vísir eisini til ta brádliga broyttu kósina hjá donsku stjórnini. Í donskum fjølmiðlum hevur verið fokuserað upp á, at føroysku fólkatingslimirnir ? og serliga borgarligi Óli Breckmann ? valdu ikki at atkvøða ímóti pinsapakkanum hjá donsku javnaðarstjórnini í kjalarvørrinum á avtaluni millum donsku stjórnina og landsstýrið.
Pinsapakkin
Pia Larsen telist millum teirra, ið heldur, at hetta stóra innanríkispolitiska mál ? pinsapakkin ? hevði sín avgerandi leiklut í taktikkinum hjá donsku stjórnini.
? Vit hava eisini fest okkum við, at í január mánað í ár kundi Føroya Landsstýri ikki so frægt sum fáa ein fund við Poul Nyrup Rasmussen um bankamálið. Og so brádliga í mai og juni er onki óført, ein avtala verður gjørd, uttan at nøkur tøl verða sett á, hvussu nógv sjálv kjarnin í málinum ? partabrævaumbýtið ? hevur kostað. At danska stjórnin kúvendir so brádliga fær okkum sjálvsagt eisini at seta spurnartekin við, hví so er.
Framsøgukvinnan hjá Vinstraflokkinum sigur, at hesir spurningar fara at verða settir danska forsætismálaráðharranum úr fólkatinginum. Danski fíggjarmálaráðharrin Mogens Lykketoft hevur eisini ásannað, at fer danska fólkatingið at krevja eitt nágreiniligt roknistykki, so verður danska stjórnin eisini noydd at koma við hesum tølum.