Krevur Berlusconi í fongsul

Ákæruvaldið í Milano vil hava fyrrverandi forsætisráðharran dømdan í fongsul fyri svik.

Ákæruvaldið vil vera við, at Silvio Berlusconi var sekur, tá hann í áttatiárunum var í rættinum fyri svik, men at hann bleiv fríkendur, tí hann rindaði dómaranum mutur.

Málið var aftur í rættinum í 2004. Eisini ta ferðina bleiv Berlusconi fríkendur. Men ákæruvaldið í Milano sigur, at dómurin í 2004 er ikki eftirfarandi, tí tá var Berlusconi italskur forsætisráðharri. Í fjør tapti Berlusconi tjóðartingsvalið og noyddist frá, men áðrenn hann legði frá sær, fekk hann tingið at samtykkja eina lóg, sum skuldi forða ákæruvaldinum at taka gomul mál ímóti sær uppaftur.

Men italski hægstirættur hevur sett lógina til viks, og tí kann ákæruvaldið nú aftur krevja hann dømdan.