Krevur svar áðrenn tunnilin kemur aftur í tingið

Jenis av Rana, løgtingarmður og formaður í Miðflokkinum, hevur sent vinnunevnd Løgtingsins skriv, har hann setir nevndini tveir spurningar.

Í fyrstu syftu vil hann hava at vita, hvussu høgur meirkostnaðurin verður fyri bileigaran, um tunnilin verður gjørdur av privatum felag, sum skal hava milliardavinning.

– Er talan um 15 krónru, 20 krónur, 25 krónur ella meira hvønn vegin fyri ein vanligan bil, spyr Jenis av Rana.

Hann vísir á, at spurningurin um meirkostnaðin er tann týdningarmesti spurnigurin at fáa svaraðan, áðrenn avgerðin verður tikin.

– Hvørki vinnan ella vanligi borgarin hava ráð til ovurhonds og óneyðugan eykakostnað fyri hesa sjálvsøgdu farleið, bara fyri at ríka tilvildarliga investorar, sigur Jenis av Rana.

Tann dagin ein vanligur brúkari, sum til dømis brúkar tunnlin 10 ella 20 ferðir um mánaðin, finnur útav, at eykarokningin fyri at lata byggingina í privatar hendur varð 500-1000 krónur óneyðugt hægri um mánaðin, er ov seint, ikki bert hjá landsstýrinum og sokallaðum ráðgevum, men øllum løgtinginum, at bøta um gerðina, sigur Jenis av Rana.

 

Formaður Miðfloksins heldur eisini lítið um, at landsstýrismaðurin hevur krógvað so nógv skjøl fyri løgtinginum.

At vit fáa uppskotið aftur í Løgtingið uttan at alt, sum í dag er fjalt, liggur opið og svarað, má ikki henda! Tað vildi verið ein háðan ímóti tí demokratisku fólkaræðisligu skipan, sum vit hava valt at grundað tjóð okkara á, sigur Jenis av Rana.

Lesið spurningar frá Jenisi av Rana VIÐ AT TRÝSTA HER