Kríggið rakt oljuframleiðslu í Saudi Arabia

Orsøkin er iransk álop, sum hava rakt oljureinsiverk og rørleiðingar, sum eru knýtt at oljuvirkseminum í landinum

Oljuframleiðslan í Saudi Arabia er hart rakt í Iran-krígnum.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at oljuframleiðslan í landinum er minkað við 600.000 føtum av olju um dagin.

 

Orsøkin er iransk álop, sum hava rakt oljureinsiverk og rørleiðingar, sum eru knýtt at oljuvirkseminum í landinum.

 

Tað eru keldur í orkumálaráðnum í Saudi Arabia, sum bera hesi tíðindini.

 

Tíðindini eru eisini endurgivin í almennu tíðindatænastuni, SPA í Saudi Arabia.