Herskipini skulu kunna skifta manning á flogvøllinum

Amerikanska sendinevndin, sum kannaði føroyskar havnir, vitjaði eisini á flogvøllinum fyri at hoyra, hvussu umstøðurnar eru har at taka ímóti amerikanskum (hernaðar)flogførum

Fyri kortum frættu vit, at ein amerikansk sendinevnd hevði verið á rundferð í Føroyum fyri at kanna, hvørjar havnir eru egnaðar til at taka ímóti herskipum. Fáar dagar seinni kom amerikanska herskipið USS Ross so á Runavík, sum má benda á, at amerikanararnir vóru væl nøgdir við havnina har.

 

Men hetta var ikki tað einasta, amerikanska ferðaliðið kannaði í Føroyum. Tey løgdu nevniliga eisini leiðina framvið flogvøllin. Sum vit skilja, setti Uttanríkistænastan seg í samband við Vága Floghavn fyri at hoyra, um tey høvdu nakað ímóti at taka ímóti amerikanarum og greiða teimum frá umstøðunum á flogvøllinum. Regin I. Jakobsen, stjóri á Vága Floghavn, váttar hetta.

 

– Tey komu her fyri at vita, hvørjir møguleikar eru í Føroyum til alt møguligt. Vit prátaðu um, hvørjir facilitetir eru her. Hvussu langur og breiður flogvøllurin er, hvørji flogfør kunnu lenda her, um tekniskar installatiónir og annað sovorðit, sigur Regin I. Jakobsen.

 

Til at skifta manning

 

Tað kemur ikki óvart á, at USA eisini hevur spurt seg fyri á flogvøllinum. Tí USA vil jú gjarna brúka Føroyar sum eitt maritimt stuðulspunkt í Norðuratlantshavinum, sum herskip teirra í arktiskum sambandi kunnu heita á og koma til, tá tey hava tørv á tænastuveitingum av ymsum slag. Ein týðandi partur av hesum er, at tað skal vera møguligt at skifta manning. Og tá er jú neyðugt við einum nútímans flogvølli, har flogfør kunnu lenda við nýggjari manning og flúgva hina heim aftur.

 

Um talan bara er um manningaskifti, ella um flogførini eisini skulu flúgva til Føroya fyri fylla ymiskt upp í skipini, vita vit enn ikki. Vit vita heldur ikki, um talan verður um beinleiðis hernaðarflogfør, men tað kann mann rokna við.

 

Amerikanska sendinevndin hevði ikki nakað ítøkiligt krav ella ynski, og tey nevndu, sambært stjóranum, ikki, um vitjanin var í sambandi við hernaðaraktivitet og Arktis.

 

– Um tað hevur samband við hernaðarvenjingar, veit eg ikki. Men altso vit hava ein flogvøll, og vit vilja jú gjarna hava kundar. So um vit kunnu fáa amerikansk skip at gera manningaskifti í Føroyum, so eru vit jú bara ein høvuðsvegur inn og út úr Føroyum, sigur Regin I. Jakobsen.