Krimibók verður løgd fram í Havn

Seinnapartin verður nýggja krimibókin »List« løgd fram í Havn

Í dag kl. 16:00 verður almenn bókaframløga í Havn. Tá verður nýggja krimibókin »List«, sum Eyðun Klakstein hevur skrivað, løgd fram á hugnaløtu í Essabarr.

 

Solby Christiansdóttir fer at hava samrøðu við høvundin, Hallur Joensen fer at spæla nakrar sangir, og okkurt gott ábit og leskandi veður at fáa.

 

Nýggja krimibókin »List« byrjar við, at meistaraverkið »Aftur av jarðarferð« hjá Mikines verður stolið á Listasavninum. Tað skakar føroyingar og setur gongd á eina spennandi og undirhaldandi krimisøgu, sum gongur fyri seg í føroyska samfelagnum – eitt nú í Havn, í Miðvági og norðanfyri.

 

»List« er 200 síður til longdar og fæst nú í bókabúðum. Bókin verður eisini at fáa til keyps á bókaframløguni í dag.